Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, ávarar løgmann ímóti at taka undir við Edmundi Joensen í ES-málinum Jógvan Sundstein heldur ikki, at tað hevur so stóran týdning í sær sjálvum, at Edmund Joensen spælir sær við nøkrum vitjanum í Europasamveldinum, sum hann tekur til.
-Mn tað, sum kann fáa keðiligar avleiðingar fyri Føroyar, er at Sambandsflokkurin, sum hevur løgmann í núverandi landsstýri, leggur navn til ein slíkan egotíðindafund hjá Edmundi Joensen, har hesin beinleiðis leggur eftir núverandi politikki landsstýrisins og løgtingsmeirilutans, sigur fyrrverandi løgmaðurin og fólkafloksformaðurin.
-Hetta kann skapa órógv í landsstýrissamarbeiðinum, og kann eisini í ringasta føri skapa misljóð úteftir, leggur hann afturat.
Jógvan Sundstein sigur, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eigur at vera sera varin. Um hann tekur undir við Edmund Joensen, sjálvt um tað er óbeinleiðis, so fær hann stórar trupulleikar við at fáa landsstýrisins politkk ígjøgnum.
-Hann má heilt greitt geva útmelding um, at tað, sum Edmund Joensen ger, er eitt ?egotripp?, og at hann tekur undir við politikkinum, soleiðis sum Jørgin Niclasen hevur formulerað hann. Um hann ikki fæst at gera tað, men bakkar Edmund Joensen upp, so fær hann líka so stórar trupulleikar í hesi samgongu, sum vit sóu teir høvdu í seinastu samgongu. Tað má vera heilt greitt, at tað er landsstýrið, sum hevur samráðingarheimildir og ikki ein tilvildarligur fólkatingslimur, skrivar Jógvan Sundstein í viðmerking.
Míni ráð til Jørgin Niclasen eru annars: Lat teg ikki ávirka av Edmundi Joensen.