Løgmaður eigur at geva suðuroyingum eina frágreiðing

Javnaðarflokkurin heitir tí á løgmann um at geva suðuroyingum og øllum øðrum eina almenna frágreiðing um gongdina í málinum.

Suðuroyarsiglingin

? Politiskur og umsitingarligur ódugnaskapur.
Soleiðis kallar Føroya javnaðarflokkurin støðuna, sum valdar í suðuroyarsiglingini í løtuni.
Flokkurin hevur nú sent Anfinni Kallsberg, Løgmanni skriv, har heitt verður á hann um at taka sær av málinum.
Flokkurin sigur, at hann skilir til fulnar ta misnøgd, sum hevur tikið seg upp millum suðuroyingar, nú suðuroyarsiglingin aftur gjørdist offur fyri vánaliga planlegging frá landsins myndugleikum.
? Flokkurin minnir á, at tað ólag, sum verið hevur hvørt einasta ár á suðuroyarleiðini, tá Smyril skal á sleipistøð, stavar frá tí politisku skarnsgerð, ið gjørd varð, tá Teistin varð seldur av landinum.
Flokkurin sigur, at hinvegin skerst ikki burtur, at tað neyvan kann koma ávart á landsins leiðslu, at Smyril skal á sleipistøð hvørt einasta ár. Tískil gongur tað ikki við eini fram eftir fummum loysn, hvørt ár.
? Hetta er prógv um politiskan og umsitingarligan ódugnaskap, sum als ikki kann góðtakast sigur javnaðarflokkurin.
Hann vísir eisini á, at undir verkfallinum lá Smyril bundin við bryggja ú Havn, soleiðis at hann heldur ikki kundi tæna sum tilkalliskip, skuldi neyðugt verið við sjúkraflutningi, og flúgvilíkindi ikki vóru. ? Hin vegin var verkfallið so mikið drúgvt, at alt dokkingararbeiðið lættliga kundi verið fingið frá hondini, um myndugleikarnir í staðin løgdu Smyril inn á Skála.

Ein almenna frágreiðing
Somuleiðis heldur javnaðarflokkurin, at støðan hjá avloysaraskipinum Scaniu kann heldur ikki koma ávart á myndugeikarnar.
? Borð og stólar eru leys og til stóran ampa fyri ferðafólk. Harumframt kann skipið als ikki taka tyngri farm, tí einki kann surrast á dekkinum.
? Hóast vitandi um alt hetta, var einki gjørt fyri at bøta um hesi viðurskifti, hóast skipið hevur ligið við bryggju í Klaksvík í fleiri vikur. Men í staðin verður skipið í ein túr fyri síðan at seta annað skip inn, sum øll frammanundan vita er ónýtiligt til farleiðina,sigur javnaðarflokkurin
? Javnaðarflokkurin heitir tí á løgmann um at geva suðuroyingum og øllum øðrum eina almenna frágreiðing um gongdina í málinum.
? Endaliga verður heitt á løgmann um at taka neyðugu stigini til tess, at hetta óskil ikki fær loyvi at endurtaka seg, sigur Føroya javnaðarflokkur í skrivi til Anfinn, Kallsberg, Løgmann