Løgmaður broytti meining á vegnum

Teir smáu flokkarnir, Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin eru sendir til hús av samgongusamráðingunum í dag.

Boðini frá løgmanni eru, at teir verða boðsendir aftur í morgin.

Annars vóru tað allir flokkarnir uttan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum settust at samráðast í morgun.

Tað merkir, at allir teir fimm flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Miðflokkurin og Framsókn, hava sitið á fundi í dag.

Uppleggið var, at umboð fyri flokkarnir vórðu settir í arbeiðsbólkar at viðgerða fýra málsøki: Búskap, Heilsu- og almannamál, vinnu- og fiskivinnumál og Kommunu- og innlendismál.

Men skjøtul var ikki settur á arbeiðið, tá ið løgmaður sendi teir tríggjar smáu flokkarnar til hús við boðum um, at teir verða boðsendir aftur í morgin.

Poul Michelsen í Framsókn og Jenis av Rana í Miðflokkinum siga, at orsøkin til at løgmaður skifti taktikk í dag, var, at Fólkaflokkurin vildi sleppa at tosa einsamallur við Sambandsflokkin fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, áðrenn farið var víðari.

Men hvørki Poul Michelsen ella Jenis av Rana, leggja nakað negativt í hetta.

Jenis av Rana heldur, at tað er nátúrligt, at teir báðir stóru flokkarnir fáa greiði á nøkrum viðurskiftum og Poul Michelsen sigur, at hann tekur tað, sum tað kemur.

Báðir siga, at eru boð eftir teimum aftur, eru teir fúsir at samráðast.

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá løgmanni, hann tað hevur ikki eydnast.