Løgmaður bleiv eisini keddur

Lagið var ikki gott á Kaj Leo Johannesen, løgmanni, tá hann í gjár sat á hotelli saman við amerikansku sendikvinnuni og hugdi at X-Factor. Eisini mentamálaráðharrin var kedd. Anna vísir vegin fram. Tað eru persónar sum Anna og fólk við líknandi evnum, sum vit skulu tora at satsa uppá.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður var beinanvegin klárur við føgrum orðum, tá hann skuldi taka mikrofonina í Hvonn Live.

- Øll hava fingið eyguni upp fyri, at vit hava ein ungdóm, sum er heilt einastandandi, segði Kaj Leo Johannesen somuleiðis.

Hann greiddi somuleiðis frá, at hann hevði sitið saman við amerikonsku sendikvinnuni í Danmark, og hugt at X-Factor.

- Eg kann siga tað, at lagið ikki var gott, segði Kaj Leo Johannesen.

Eisini Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, greiddi frá, at hon sjálvandi vildi hava Annu í finaluna, og hon nýtti somuleiðis møguleikan at gerast politiskt við at greiða frá, at tað er mentanin, sum skal fáa Føroyar úr hesi kreppuni.