Løgmaður: Bjarni Hammer má í farloyvi

– Vit hava mælt Bjarna Hammer til at taka farloyvi úr tinginum, meðan løgreglan kannar hetta málið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í dag

Javnaðarflokkurin hevur í morgun havt tingbólkafund, men Bjarni Hammer hevur ikki verið á fundinum. Sum vera man var søgan um tilknýti hjá Bjarna Hammer til hassj, sum Sosialurin skrivaði í gjár, á skránni hjá Javnaðarflokkinum í morgun. Men longu í gjárkvøldið ringdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, til tingmannin á Tvøroyri og heitti á hann, um at fara í farloyvi.

 

– Vit í Javnaðarflokkinum halda, at sum støðan er í løtuni, so er frægast, at Bjarni Hammer fer í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið. Tað halda vit er best bæði fyri Bjarna Hammer sjálvan, fyri Javnaðaflokkin og fyri alla politisku skipanina, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

 

Tá ið tað er sagt sigur hann eisini, at vit liva í einum rættarsamfelag við rættartrygd, og har er prinsippið sjálvsagt, at ein hvør er ósekur inntil tað mótsatta er prógvað.

 

– Vit mugu bara bíða eftir løgregluni, sigur løgmaður.

 

Víðari sigur hann, at hann heldur hendan hendingin hevur ávirkan á alla politisku skipanina, og spurdur um, hvørt politikarar eiga at hava hægri moral enn onnur, so løgmaður sannførdur.

 

– Tað er tað eingin ivi um, at tað eiga vit at hava. Vit hava vald, sum onnur ikki hava, og tí hava vit eisini hægri moralska skyldu enn onnur, sigur Aksel V. Johannesen og staðfestir samstundis, at Bjarni Hammer ikki er á tingfundi í dag, men er burturfrá og umhugsar sína støðu.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra samrøðuna við løgmann