Løgmaður bjóðar veitsludøgurða

Fyri løtu síðani kom krúnprinsparið til veitsludøgurða í Norðurlandahúsinum, har Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, og frú Katrin Apol eru vertir.

 

Onnur boðin fólk til døgurðan eru løgtingsfólk, landsstýrisfólk, embætisfólk og onnur, sum eru knýtt at vitjanini.

 

Undir døgurðanum eru fleiri tónleikainnsløg og okkurt skemt, umframt at løgmaður og Fríðrikur, krúnprinsur, halda hvør sína røðu. Sum siðvenja er, verður farið upp á gólv, tá veitslan er liðug.

 

Ein veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum er fastur táttur, tá kongshúsið vitjar í Føroyum.

 

In.fo fer at leggja myndir út, sum kvøldið líður, okkurt innslag verður sent beinleiðis á Facebook-síðu okkara, og onkrar greinir verða eisini lagdar út her á in.fo, sum kvøldið líður.

 

Tað vóru løgmanshjúnini, sum tóku ímóti krúnprinsparinum, tá tey komu til Norðurlandahúsið og fýra ára gamla Irena Louisa handaði krúnprinsparinum eitt blómutyssi.