Løgmaður bar seg skeivt at

Tað var ein fráfarin løgmaður, sum skrivaði út nýval, og tað hevði hann í prinsippinum ikki rætt til, sigur ein av faddrunum at stýrisskipanarlógini. Men talan er um smáputl, leggur hann afturat, tí alt varð gjørt um eina leið

Fyrst segði løgmaður teimum fýra tjóðveldisfólkunum úr landsstýrinum. Síðan segði hann seg sjálvan úr starvi. Og at enda handaði hann løgtingsformanninum brævið, har hann skrivaði út nýval.
Formliga var hetta ikki í lagi, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var ein teirra, ið skrivaði stýrisskipanarlógina. Hann viðgongur, at hann gjørdist eitt sindur skakkur, tá ið hann hoyrdi raðfylgjuna, sum løgmaður handaði løgtingsformanninum brøvini, har hann tók sínar avgerðir.
? Tá ið løgmaður hevur sagt seg sjálvan úr starvi, so situr hann bara sum leiðari fyri einari starvsstjórn, til nýggjur løgmaður aftur er valdur av løgtinginum. Tað merkir, at hann ikki kann taka avgerðir av týdningi longur. Frá tí sekundi, hann hevur lagt frá sær, er hann ikki løgmaður við fullum heimildum longur, og tí hevur hann heldur ikki rættin at skriva út nýval, sigur Bjørn á Heygum.
Løgmaður skrivaði kortini út nýval, og tað eigur sjálvandi at vera galdandi, heldur advokaturin, men vit eiga at læra av hesum til eina aðruferð.
? Tú kanst velja at síggja tað í eini heild, har løgmaður gjørdi alt í somu vending. Men reint logiskt hongur tað ikki saman. Tingini skulu henda í røttu raðfylgju, og løgmaður átti at skriva út nýval, áðrenn hann legði frá sær, sigur Bjørn av Heygum.
Hevði misálit verið lagt fram ímóti løgmann, so kundi hann kortini skriva út nýval eftir eina viku. Men tað er ein serlig heimild, sum er givin honum, og tað prógvar, at hann ikki hevur rætt til tað annars, siga løgfrøðingarnir.
Tað ljóðaði í løgtinginum fríggjadagin, at ávísir tingmenn úr andstøðuni umhugsaðu at leggja fram misálit á teir írestandi landsstýrismenninar hjá Fólkaflokkinum fyri at forða teimum í at misnýta landsstýrissessin til at føra valstríð. Men sambært løgtingsskrivstovuni verður eitt slíkt misálit afturvíst av løgtingsformanninum, um tað verður sett fram. Uppsøgnin av samgonguni er í roynd og veru at sammeta við eitt misálit á landsstýrismenninar, sum bara eru ein starvsstjórn við avmarkaðum heimildum, og tí ber ikki til at seta fram misálit á teir, sigur Løgtingsskrivstovan.