Løgmaður bíðar enn

Enn hevur løgmaður einki gjørt við málið um setanina av landsantikvari

Løgmaður hevur í skrivi dagfest 5. februar biðið Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann í mentamálum, um eina frágreiðing um málið viðvíkjandi setanini av nýggjum landsantikvari. Samstundis verður biðið um avrit av øllum viðkomandi skjølum í málinum umframs skrásett skjalayvirlit í teimum málum, ið á nakran hátt hava við nevndu setan at gera.
Anfinn Kallsberg og Løgmanssskrivstovan hava tó hvørki fingið skjøl ella frágreiðing enn.
?Eg hevði roknað við, at fingið skjølini týsdagin, men eg havi einki fingið enn, segði løgmaður hósmorgunin.
Spurdur, sigur løgmaður, at hann einki kann siga, hvørjar møguligar fylgjur hansara kanningar fara at hava fyri sjálvan Steffen Stummann Hansen, ið varð settur í starv.
?Eg havi valt at fara inn í málið, men enn er viðgerðin ikki farin ígongd, og tí er ov tíðliga at siga, hvørji stig kunnu hugsast at verða tikin, sigur Anfinn Kallsberg.