Løgmaður á arktiskan toppfund

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, luttekur á ráðharrafundi í Kiruna 14. og 15. mai. Við á fundinum verða eisini uttanríkisráðharrararnir í limalondunum í Arktiska Ráðnum. Á skránni fyri fundin er millum annað undirskriving av arktisku samstarvsavtaluni um oljutilbúgving.

Tann 16. mai luttekur løgmaður á arbeiðsmarknaðarráðstevnu í Stokkhólmi saman við norðurlendsku forsætisráðharrunum. Evnið fyri ráðstevnuna er ungdómsarbeiðsloysi.

Løgmaður verður aftur í Føroyum 17. mai.