Løgmaður á almenna vitja í Álandi

Viveka Eriksson, lantråd, hevur boðið Kaj Leo Johannesen, løgmanni, á almenna vitjan í sambandi við oyggjaleikirnar, sum eru í Álandi í hesum døgum.

Fríggjadagin 3. juli vitjar løgmaður í Självstyrelsegården, har álendska stjórnin og løgtingið húsast.

Løgmaður fer at hitta Viveku Eriksson og álendsku stjórnina. Á fundinum fara tey at umrøða m. a. viðurskiftini millum Áland og ES, álendska fyrivarnið innan skattalóggávu og veðurlags- og umhvørvismál. Harumframt fara partarnir at umrøða leiklutin hjá sjálvstýrandi londunum í norðurlendska samstarvinum.

Seinni á degnum verður vitjað á skansanum Bomarsund og slottinum Kastelholm og hugt verður eftir finaluni í flogbólti hjá monnum.