Løgmaður verður ikki meira enn liðugur við almennu vitjanina hjá donsku forsætisráðharrahjúnunum, tá hann sjálvur skal á ferð - hesaferð til Hetlands. Tað er stýrið í Hetlandi, sum hevur boðið honum á hesa vitjan.
Løgmaður sigur við Sosialin, at hann er sera spentur at vitjað grannan fyri sunnan - havandi bæði fiskivinnuna og oljuvinnuna í huga. Eisini tí at vitjanin kemur í kjalarvørrinum á marknasemjuni við bretar.
Tað var í fjør, at Anfinn Kallsberg fekk innbjóðingina, og verður tað fyrstu ferð, at Føroya Løgmaður fer á almenna vitjan í Hetlandi.










