At tað skal koma nýval nú, kallar løgmaður sum tað reina tankaeksperiment og er ikki sørt firtin um, at keldur hjá Portalinum nevna nýval sum eitt møguligt úrslit av ósemjuni í samgonguni um fíggjarlógaruppskotið Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er ikki sørt firtin um, at Portalurin hevur endurgivið vælvitandi keldur um, at stóra ósemjan um fíggjarlógaruppskotið kann enda við, at hann er noyddur at skriva út nýval.
- Hatta er óseriøst, og tí havi eg ongar viðmerkingar til tað. Fíggjarlógaruppskotið skal vera í Løgtinginum 1. oktober, so tú kanst spyrja meg tá, sigur Jóannes Eidesgaard.
Ein onnur kelda innalaga í samgonguni, sum Portalurin hevur tosað við, sigur, at uppskotið um fíggjarlóg er tríggjar mánaðir seinkað orsakað av ósemjuni millum samgonguflokkarnar.
Heldur ikki hetta hevur Jóannes Eidesgaard nakrar viðmerkingar til.
Tað leingi verið kent, at stóra ósemjan um komandi fíggjarlóg í høvuðsheitum stendur millum landsstýrismannin í fíggjarmálum, Magna Laksáfoss, øðrumegin, og restina landsstýrinum hinumegin.
Magni Laksáfoss, sum hevur til uppgávu at gera fíggjarlógaruppskotið, vil ikki geva seg í spurninginum um skattalættan, sum hann vil hava útsettan. Hetta vil Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um. Og sjálvt um Javnaðarflokkurin er rættiliga spjaddur í málinum um skattalætta, so hevur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ikki viljað gingið ímóti sjónarmiðunum hjá Fólkaflokkinum. Júst fyri at halda saman upp á samgonguna.
Men at ósemjan skal vera so stór, at nýval kann gerast úrslitið, kallar Jóannes Eidesgaard fyri tað reina tankaeksperiment.