Løgmaður hevur fingið enn eitt álit á borðið, ið fortelir honum, hvussu nógva løn løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava. Tilmælið er greitt: lønin skal upp, og so skal afturfyri ruddast upp í øðrum samsýningum.
Arbeiðsbólkurin, sum fekk til uppgávu at geva løgmanni tilmæli um samsýning og eftirløn, hevur skeitt eftir lønarlagnum í privatu vinnuni, nú lønin til landsins leiðarar skal ásetast av nýggjum. Víst verður á, at í november 2011 vóru 2,1 prosent av lønunum í privatu tænastuvinnuni omanfyri 60.000 krónur um mánaðin. Hesi liggja tí omanfyri lønina hjá landsstýrisfólkum, staðfestir nevndin.
Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at lønin hjá løgmanni hækkar úr 693.778 krónum upp í 901.911 krónur um árið. Grundgevingin fyri nýggju lønini er, at løgmaður skal lønast við 130 prosentum av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins.
Landsstýrisfólk fáa eisini eina rímuliga lønarhækkan. Lønin fer úr 590.294 krónum upp í 763.156 krónur um árið, svarandi til lønarhækkan á smá 30 prosent. Eftir nýggja leistinum skulu landsstýrisfólk lønast við 110 prosentum av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins.
Afturat lønini fáa løgmaður og landsstýrisfólkini í dag eina skattafría upphædd at ráða yvir til sonevnt borðfæ. Borðfæ er definerað sum ”peningur, ið fólk embætis síns vegna hevur at sýna blíðskap fyri.” Løgmaður fær í dag 85.411 krónur um árið til at sýna blíðskap fyri, meðan landsstýrisfólk fáa 28.470 krónur.
Einki eftirlit er við hesum pengunum, staðfestir arbeiðsbólkurin, sum tí mælir til at allar útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá avvarandi a
Frían bil
Skipanin við kostnaðarendurgjaldi, har landsstýrisfólk kunnu fáa upp til 163.000 krónur skattafrítt árliga, alt eftir hvar í landinum tey hava adressu, verður strikað. Í staðin skulu løgmaður og landsstýrisfólk fáa ókeypis og skattafrían ráðharrabil at ráða yvir.
Nevndin heldur, at tað almenna eigur at útvega ”hóskandi bilar” til løgmann og landsstýrisfólkini, og skal hvørt aðalráð sær bera allar kostnaðir av hesum bilum.
Tó fær løgmaður eisini heimild til at játta landsstýrisfólkum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í høvuðsstaðnum.
Gjøgnumskygni
Nevndin mælir eisini til greiðari reglur, tá landsstýrisfólk fara úr starvi. Hevur landsstýrisfólkið aðra lønarinntøku í fráfaringartíðarskeiðnum, so skal tað kunna mótroknast, soleiðis at tað almenna bara rindar munin.
Verandi eftirlønarskipan, har løgmaður og landsstýrisfólk tjena sær fulla eftirløn, sum er 60 prosent av lønini eftir átta arbeiðsár í Tinganesi, skal broytast. Í staðin skal landið rinda løgmanni og landsstýrisfólkum 15 prosent av lønini í eina góðkenda eftirlønarskipan. Meira um hetta í aðrari grein.
Maria á Dul (forkvinna), Jóhan J. Lamhauge og Miriam Haraldsen manna nevndina, ið Kaj Leo Holm Johannesen í mai í fjør setti at smíða eitt álit við tilmælum um, hvussu løgmaður og landsstýrisfólk skulu lønast.
Nevndin heldur, at tilmælini eiga at verða sett í verk sum ein samlað loysn. Verða bara ávís tilmæli fylgd og onnur ikki, er vandi fyri at ótilætlaðir skeivleikar koma í, sigur nevndin.