Helst orsaka av einum innibygdum danahatri, hevur Høgni Hoydal ilt av hesi samstarvsavtalu ímillum stovnar í hesum báðum londum. Í besta 80-ara stíli blandar hann seg uppí, hvat vinnan SKAL gera. Tí er ætlanin í eini kunngerð, at forbjóða hesum samstarvi.
Er tað rætt, at politikarin beinleiðis blandar seg uppí, hvat vinnan ger? Er tað ikki politikarin, íð skal geva vinnuni góðar karmar at arbeiða undir.
Tað kann ikki vera rætt, at primitiv politisk in-stinktir skulu avgera, hvussu Elektron skal handfara síni viðskiftafólk. Tað eigur at vera rationelt grunda. Og hesa meting eigur vinnan at gera. Ikki Høgni Hoydal.
Eg vóni, at løgmaður ella Løgtingi steðga Høgna Hoydal - í hansara 80 ara politikki. Sum í hesum føri, tíverri bert tykist grundaður á nationalistiskt antipati ímóti dønum.