Lógloysi merkir fiskiveiði í Ilulissat

Í fleiri ár hevur blindað eygað verið vent móti ólógligari veiði eftir svartkalva í Disko-fjørðinum.

 

Tað er einki nøktandi eftirlit við ólógligum fiskiskapi eftir svartkalva kring um Ilulissat í Grønlandi, og fleiri øki eru ikki longur egnaði at fiska á, tí her liggja so mong mist gørn og línur í havinum.

Soleiðis sigur ein royndur útróðrarmaður í økinum, og tað eru fleiri, sum sambært www.sermitsiaq.ag eru samd við honum í hesum álvarsligu útsagnum.

Sagt verður, at í fleiri ár hevur blindað eygað verður vent móti ólógligari veiði eftir svartkalva í økinum, eins og talið av mistu gørnum og línum ongantíð hevur verið størri enn nú.

Umframt, at hesar umstøður ganga hart út yvir svartkalvastovnin í økinum, er avleiðingin eisini, at tað kann vera ógvuliga trupult at reka fiskiveiði í økinum - av mistu gørnum og línum.

- Men, eftirlitið hjá myndugleikunum er ov vánaligt, og soleiðis hevur hetta økið í Disko-fjørðinum nærmast ligið í lógloysi, sigur 63 ára gamli útróðrarmaðurin úr Ilulissat, Karl Thomassen, við www.sermitsiaq.ag.