Lógligur eldur við Oyggjarvegin

Tað sær kanska hættisligt út, men tað er tað ikki.

Fleiri lesarar hava í dag skrivað til Miðlahúsið við tíðindum um, at tað kemur nógvur roykur frá einum húsum við Krákugjógv í Havn. 

 

 

Men tað er eingin vandi á ferð. Tí myndugleikarnir siga, at tað eru fólk, sum hava biðið um loyvi at brenna urtagarðsburturkast, og tað eru tey sloppin. Sostatt er eingin vandi á ferð. 

 

 

Nakað tað sama hendi herfyri í Søldarfirði. Tá vóru lesarar eisini stúrnir um tann ógvusliga roykin, sum kom frá einum staðið í Søldarfirði. Men tá boðaði løgreglan eisini frá, at talan var um loyvda brenning av deyðagrasi.