Ólógligt í USA - vælkomið í Føroyum

Huawei er nú millum ólógligar fyritøkur í USA, meðan Føroyar bjóðar telerisanum vælkomnum

Meðan stórveldi sum Kanada og Avstralia eru farin at gera vart við sín ótta um Huawei, og USA í vikuni hevur gjørt fyritøkuna ólógliga í landinum, so er støðan ein heilt onnur í Føroyum, her almenna telefyritøkan Føroya Tele og privati kappingarneytin Vodafone bæði hava eitt tætt samstarv við kinesiska tøknirisan. Og meðan Avstralia og Kanada meta, at tað er best fyri landsins trygd, at kinverjar ikki sleppa at eiga eina hond í menningini av landsins neti, so er Huawei veitari til netið hjá bæði Vodafone og Føroya Tele.

 

Les eisini: Trump sett forboð móti Huawei

 


Tá almenna partafelagið Føroya Tele, ið Føroya landsstýri eigur, fyri trimum árum síðan skuldi fara undir nýggja 4G LTE netið hjá felagnum, ið skuldi veita føroyingum betri og skjótari internet, tók felagið avgerð um, at enda eitt aldargamalt samstarv við svensku telefyritøkuna Ericsson. Nýggi samstarvsfelagin var kinesiski tøknirisin Huawei.

 

 

Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Tele sæst, at ikki bara gjørdi felagið eina avtalu við kinesisku fyritøkuna um nýggja netið hjá felagnum, men megnaði fyritøkan eisini at sannføra føroyingar um eitt meira umfatandi samstarv.

 

- Føroya Tele avgjørdi at bjóða arbeiðið út at gera nýggja 4G LTE netið. Endin varð, at Føroya Tele – eftir at hava samstarvað við Ericsson í meira enn eina øld – avgjørdi at gera avtalu við nýggjan veitara, Huawei úr Kina. Huawei, sum er ein av heimsins størstu veitarum av sínum slag, kundi veita ta bestu tøknina og gera arbeiðið skjótast og bíligast. Harumframt sannførdi Huawei Føroya Tele um sínar framtíðar visjónir, og at felagið veruliga ætlar at seta Føroyar í miðdepilin, tá nýggjar tænastur verða mentar frameftir. Hetta er eitt risastórt framstig fyri Føroyar sum samfelag, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.



Eitt ár seinni kundi fyritøkan í ársfrágreiðingini fyri 2016 fegnast um úrslitið av góða samstarvinum við kinesiska felagnum, tá staðfestast kundi, at alt farnetið varð skift út og uppstigað. Og samstarvið gjørdist uppaftur meira umfatandi, tá Føroya Tele 3. mars 2017 kunngjørdi, at avtala var undirskrivað um víðkað strategiskt samstarv millum feløgini. Nýggja avtalan innibar, at Huawei skuldi vera við at menna nýggja farnetið í Føroyum.

 


- Nýggja samstarvið ger, at Føroyar í nógv ár fram verða í fremstu røð innan fjarskiftisøkið, og at vit longu í ár koma at merkja ágóðan av hesum samstarvinum, tá ið lunnar verða lagdir undir eitt framtíðar 5G farnet við at íverkseta 4.5G, skrivaði Føroya Tele í tíðindaskrivi tá avtalan bleiv kunngjørd.

 

Amerikanska fregnartænastan ávarar

Tað er tó einki nýtt, at vesturheimurin heldur eyga við virkseminum hjá Huawei, men hava tær gjørt tað í fleiri ár, sambært Reuters tíðindastovuni. Orsøkin hevur verið tætta tilknýti hjá felagnum til kinesisku stjórnina og møguleikan fyri, at teirra tøkni verður brúkt at njósna við, men higartil hevur tað ikki verið nokk til at støðga felagnum at virka.



Kinesiska felagið hevur eisini gjørt sítt fyri at sannføra vesturheimin um, at tað ikki rennur ørindi fyri kinesisku stjórnina. Í millum annað Bretlandi hevur felagið veitt stjórnina fulla atgongd til at halda eftirlit við og kanna tøknina fyri at beina burtur allan stúran um njósnaravirksemi, sambært Reuters, ið eisini upplýsir, at Nýsæland og Týskland hava líknandi avtalur,



Sostatt tóktist, at Huawei fekk frið at virka hóast ivamál vóru um felagið, men í byrjanini av 2018 broyttist hetta, tá Fregnarnevndin hjá amerikansku kongressini hevði ein hoyring um málið, har millum annað Christopher Wray, stjóri í amerikanski samveldisløgregluni FBI, bleiv spurdur um kinesisku tøknifyritøkuna.

 


- Vit stúra fyri vandanum at lata nakra teldu ella eind, ið er knýtt at eini útlendskari stjórn, ið ikki hevur somu virðir sum vit, fáa eina valdsstøðu í okkara fjarskiftisneti. Tað veitir møguleikan at leggja trýst á og fáa tamarhald yvir okkara fjarskiftisneti. Tað veitir møguleikan fyri at gera illviljaðar broytingar ella stjala upplýsingar. Og tað veitir møguleikan fyri at njósna, uttan at vit kunna varnast tað, segði leiðarin fyri FBI sambært amerikanska miðlinum Newsweek.

 

 

Frammanundan hevði ein frágreiðing hjá amerikansku fregnartænastuni frá 2015 staðfest, at felagið hevur eitt tætt tilknýti til kinesiska kommunistaflokkin, ið er beinleiðis orsøkin til sterku støðuna hjá felagnum.

 

- Við at fáa yvir 637 milliardum krónum í stuðli ella beinleiðis fígging frá kinesisku stjórnini, megnar Huawei at bjóða amerikanskum fyritøkum, ið ongan illgruna hava, bílig tilboð, ið eru torfør at takka nei til, fyri at fáa atgongd til amerikansk net, skrivaði FBI í frágreiðingini.