Landstýrismaður í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, ætlar nú at gera tað forboðið hjá ungum undir 18 ár at sóla sær í solarium.
Landstýrismaðurin sigur, at hann er farin í holt við at orða eitt uppskot, sum eftir ætlan verður lagt fyri Løgtingið í vár ella beint eftir summarfríðtíðna.
Uppskotið fer at gera tað forboðið hjá ungum undir 18 ár at fara í solarium at sóla sær.
Landstýrimaðurin sigur, at hetta er eitt mál, sum eisini skal hava eina politiska viðgerð í samgonguni.
Men stendur tað til hann sjálvan, verður uppskotið lagt fram.
Og tað skuldi kanska verið løgið um restin av samgonguni ella Løgtinginum annars, ikki taka undir við uppskotinum, tí hetta er eitt av tilmælunum í viðfevndu krabbameinsætlanini, sum ein serfrøðingabólkur handaði landstýrinum í heyst.
Krabbamenisbólkurin mælir til, at eitt tað fyrsta tiltakið, sum gjørt verður fyri at fyribyrgja krabbameini er, at gera tað ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa sær sólviðgerð. Og mælt verður eisini til, at hetta forboðið verður sett í verki longu í ár.