- Tað í stríð við altjóða sáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til, at Løgtingið samtykkir eina lóg, ið, sum heild, áleggur skipunum hjá Strandferðsluni at sigla.
- Strandferðslan kann bara áleggjast at sigla í teimum førum, tað er avgerðandi neyðugt.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú Kristin Michelsen, tingmaður, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við tað vandamálið, at ávísir partar í landinum verða lagdir lamnir í tíð og úrtíð av tí at Strandferðslan verður løgd so oftani av ósemjum eru á arbeiðsmarknaðinum.
Johan Dahl sigur, at altjóða ILO sáttmálin um rættindini at samráðast, forbjóðar Løgtinginum at samtykkja eina heildarlóg, sum áleggur Strandferðsluni at sigla.
Tí fer Johan Dahl heldur ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at áleggja Strandferðsluni at sigla, soleiðis sum støðan er, tí beint nú er ikki vandi fyri, at skipini verða rakt av arbeiðsósemju.
Men hann væntar, at tá ið nýggir sáttmálar eru gjørdir við avvarðandi fakfeløg, fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum umsitur lønarmál, at samráðast við fakfeløgini um at eina avtalu sum tryggjar, at Strandferðslan ikki verður løgd.
Men miseydnast tað og, vit koma í eina støðu, har skipini hjá Strandferðsluni eru í vanda fyri at verða løgd av verkfalli, heldur Johan Dahl kortini fast um, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at áleggja skipunum at sigla.
Men tað skal so gerast í hvørjum einstøkum føri, arbeiðssteðgur er, tí tað ber ikki til at lóggeva um hetta sum heild.
Tinglimir fegnaðst um, at samgongan vil royna samráðingarloysnina og saman við landsstýrismanninum fegnast tey um tilboðið frá Skipara- og Navigatørfelagnum í Sosialinum mánadagin.
Tá segði formaðurin við blaðið, at Skipara- og Navigatørfelagið er sinnað at gera ein fimm ára sáttmála fyri Strandferðsluna afturfyri eina ávísa lønarhækking.