Ólógligt at sleppa froskum út í náttúruna

Umhvørvisstovan ávarar nú staðiliga móti at sleppa froskum og øðrum fremmandum dýrum út í urtagarðar og náttúru.

 

- Froskar eru ikki partur av føroysku náttúruni. Tað kann fáa stórar, óynsktar avleiðingar fyri viðbreknu vistskipanina í Føroyum, um vit sleppa froskum út í urtagarðar, og teir haðani sleppa víðari út í náttúruna. Haraftrat er hetta ikki loyvt.

Tað siga tey á Umhvørvisstovuni í morgun.

- Tað frættist, at nógvastaðni í Føroyum hava fólk seinnu árini fingið sær fyri at sleppa froskum út í hyljar, bæði í egnum urtagarði og úti í haganum. Tað er staðfest, at froskar kunnu trívast og nørast í Føroyum, og seinnu árini eru fleiri sløg av froskum funnir úti í náttúruni.

Á Umhvørvisstovuni vísa tey á, at tá fá ella eingi rovdjór eru, sum kunnu halda froskunum niðri, kann tað vera so sera skjótt, at talið fer at vaksa nógv. Eisini er hugsandi, at í teimum hyljum, har froskar byrja at nørast, eta teir larvur hjá flogkyktum og øðrum, sum er týdningarmikil føði hjá øðrum dýrum í føroysku náttúruni.

- At sleppa froskum út í urtagarðar er sum at spæla við eld í einum hoyggjhúsi, verður lagt aftrat.

Á Umhvørvisstovuni siga tey seg ikki vita, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, men tey hava fleiri dømi um sera óhepnar avleiðingar av fremmandum dýrum í Føroyum, eitt nú rottu, flatmaðki, morsnigli og vespu.

- Eitt tað kendasta dømið um skaðiliga innrás av fremmandum djóri er rørpaddan í Avstralia. Í 1935 vórðu 102 paddur sleptar út, so tær kundu eta nakrar klukkur, sum løgdu á sukurrør. Men, paddurnar høvdu ongar náttúrligar fíggindar, og nørdu seg til tær vóru 200 miljónir í tali.

Sagt verður, at hesar paddur hava elvt til stóra minking í nógvum upprunadjórum, eitt nú fýrbeinum og slangum í Avstralia. 

Á Umhvørvisstovuni vísa tey á, at sambært kunngerð um innflutning av eksotiskum dýrum er bannað at innflyta fremmand dýr til Føroya uttan serligt loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - og  at sleppa  fremmandum dýrum leysum í føroysku náttúruna er als ikki loyvt.

- Vit heita tískil á fólk um at minna onnur á, at tað kann vera til stóran vanda fyri føroysku náttúruna, at seta froskar út, og fólk mugu eisini minnast til, at hetta er ikki loyvt, verður lagt aftrat.