Á lógligan og fullgóðan hátt

Vit ið vald eru á ting mugu taka støðu: vilja vit hava sakliga og óhefta fyrisiting, ella vilja vit framhaldandi tilvild og vinarpolitikk, har ið “babba telur mest”?

Hvat skal til at gerast løggildur grannskoðari, er ikki stóri spurningurin í hesum døgum. Tann spurningurin er tíverri merktur av vanliga vantandi áhuganum fyri løgmálum. Vit mangla nóg tryggar karmar um óheft embætisverk at tæna fólkinum og skipanini heldur enn politikarum.
At reglurnar mangla og onki hendur, er tó ikki bara, tí áhugin manglar. “Umboðsmaðurin heldur, at síggjast kann ikki burtur frá, at gongdin í arbeiðinum at gera eina kunngerð... hevði tilknýti til viðgerðina av ítøkiligu málunum,” stendur at lesa í frágreiðingini. At reglur mangla gevur høvi til at tulka henda veg og handa veg, tá ið hetta passar politiska valdinum.
Annika Olsen hevur lagt sera stranga linju í mun til gøluna í Hovi, hevur koyrt stjóra til hús og ætlar at fara undir ta kanning, sum vit fánýtis hava biðið um á tingi. Hon má nú taka støðu til, at sagt verður um ráðstovu hennara, at “aðalstjórin í Innlendismálaráðnum var ógegnigur ... Umboðsmaðurin heldur, at [avgerðir] tí mugu metast at vera ógildugar [og] heldur seinnu kæruviðgerðina vera serstakliga atfinningarsama [og] heldur somuleiðis handfaringina hjá ráðnum av eini kæru um stjóran av Skráseting Føroya vera atfinningarsama.”
Í báðum hasum málunum er tó ávís rúmd fyri frágreiðingum. Men her krevjast veruliga góðar frágreiðingar, og tær treyta helst sera væl skipaðar og óheftar kanningar.
Men støðan er nógv verri enn so. “Umboðsmaðurin heldur talan vera um ósakliga fyrisiting í Vinnumálaráðnum, tí bæði embætisfólk og landsstýrismaðurin í vinnumálum settu seg í fleiri førum í samband við Skráseting Føroya um málið og luttóku á fundi við umsøkjararnar um kærurnar,” verður sagt um umsitingina av vinnumálum.
Hvat er hegni, vit tá vert?
Her tykist framdur verða nakin vina- og kenningapolitikkur. Prógvini eru somikið greið og sannførandi, og málið so løgfrøðiliga einfalt, at fyrrverandi varaløgmaður helst eigur at sleppa at verja seg við eitt nevningating eftir lóg um ábyrgd landsstýrisins; í øllum førum, um ikki kanningar, sum kunnu vísa nakað annað, verða settar í verk straks.
Eisini fyrrverandi løgmaður má greiða frá, hvussu hetta hendi á hansara vakt. Hann hevði skyldu eftir stýrisskipanini at ansa eftir, “at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.” Hvussu kundi hann, sum sjálvur var kunnaður um málið og flutti tað úr vinnumálaráðnum vegna ógegnis, ikki gáa eftir, hvat síðan hendi?
Hinir myndugleikarnir: verandi løgmaður, landsstýrismálanevnd og løgtingsformaður plaga øll at hava undanførslur fyri, hví tey onki gera við eftirlitisvaldið. Men vit mugu krevja aðra vend. Frágreiðingin hjá umboðsmanninum kemur inn á fortreytirnar fyri at broyta siðvenju; nú má politiska skipanin sýna, hvat “á lógligan og fullgóðan hátt” merkir!