Løgini skulu vera fangandi

Limirnir í Braquet hava roynt fyrr og royna nú aftur. Men teir meta, at hetta er besta prixkapping nakrantíð, so kappingin er og verður hørð

Bólkurin Braquet sá dagsins ljós fyri umleið trimum árum síðani. So kom prixið og teir megnaðu at koma í finaluna.
                      Teir gjørdust seriøsir og eru tað framvegis.
- Talan er um harðan og progresivan rock, men tó sera melodiøsan tónleik, sigur Arni Zachariassen úr andaliga bólkinum Braquet.
 
Á høgum støði
Limirnir í bólkinum vóna tað besta, men tora ikki at vænta tað heilt stóra, tí góð nøvn eru í komandi undanumfarinum. Og hóast Arni vísir á, at teir ikki eru vánaligir tónleikarar, heldur hinvegin, so er kappingin hørð.
                      - Vit hava t.d. nervar fyri kappingarneytunum Terja og Kristleifi, vísir hann á.
- Vit royna at hava tónleikin á høgum tekniskum støði. Men løgini skulu tó vera fangandi, tað leggja vit eisini dent á, sigur Arni.
 
Góð undanumfør
Hann metir, at øll tey farnu undanumførini hava verið góð, og at nøvnini, sum fara á pall um vikuskiftið, eisini eru góð og borga fyri góðsku.
                      - Hetta er helst besta prixkappingin nakrantíð, sigur Arni Zachariassen.
                      Men um vónirnar hjá Braquet er hann meira varin við at úttala seg.
                      - Vit kunnu roknast sum ein rímuliga góður bólkur, sum hevur verið í finaluni áður. - Men eg vænti, at um vit koma víðari hesaferð, so verður tað við tað, tí eg tori ikki at vænta, at vit koma í sjálva finaluna, sigur hann lítillátin.
 
Dømingin
Eisini Arni hevur eina meting um prátið um dømingina. Hann metir, at dómararnir døma rætt, mett eftir teimum treytum ið teir ganga eftir.
- Men kanska skuldi heldur verið hugt eftir hesum punktum, ið teir hava at hyggja eftir og halda seg til, men sum nú er døma teir rætt.
                      -Men harvið er ikki sagt, at coolasti bólkurin kemur víðari og at spæla fyri útlendingum. Tað er ikki nýhugsan, ið verður løgd fyri útlendingar. Ein kann siga, at danir hava Kim Larsen, sum ikki hevur sligið ígjøgnum um allan heim, tí hann hoyrir heima í Danmark. Frændur hoyra til sammetingar heima í Føroyum. Tað er eitt sindur keðiligt, at tað coolasta ikki fær møguleikan og verður víst fram, metir Arni Zachariassen úr Braquet.