Nú verður lógin um at gera nýggjan Hvalbiartunnil, løgd fyri Løgtingið.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at uppskotið um Hvalbiartunnilin er sent lógardeildini hjá Landsstýrinum til gjøgnumlestur, og tá ið deildin hevur góðtikið tað, verður tað lagt fyri Løgtingið.
– Endamálið er at fáa Løgtingið at samtykkja arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin, áðrenn farið verður í summarfrí í apríl, ella í mai, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at verður uppskotið samtykt, verða vegirnir til og frá tunlinum bodnir út í ár, soleiðis at tað skal vera klárt at seta á at bora beint eftir ársskiftið. Og tað, sum liggur í kortunum, er, at tunnilin skal vera liðugur at taka í brúk um ársskiftið 2021-2022.
Tilsamans kunnu í mesta lagi 272 milliónir krónur brúkast við arbeiðið. Sjálvur tunnilin verður einar 2,5 kilometrar langur og gongur úr Niðastabotni í Nesi í Hvalba og kemur út aftur undir Gjánhomrum Trongisvági, har sum blái rundingurin er. Men so eru góðir tveir kilometrar av vegi at gera hvalbiarmegin og nakrir hundrað metrar trongisvágsmegin.
Henrik Old sigur, at endamálið var at fáa tunnilin so langt niður í lendi sum gjørligt, og hann heldur at tað hevur eydnast, tí hann sigur, at tað verður at kalla púra slætt allan vegin at koyra. Ongin brekka í sambandi við tunnilin er líka brøtt sum brekkan úr rundkoyringini í Kollafjarðardali, niðan í Kollafjarðartunnilin, er, fyri at taka eitt dømi at samanbera við, sigur hann.
Hann liggur afturat, at nýggi Hvalbiartunnilin er framtíðartryggjaður, skilt á tann hátt, at lagt er upp fyri, at hann skal kunna taka alla ferðsluna ið verður, tá ið Suðuroyartunnilin kemur eina ferð í tíðini.
Tað hevur verið eitt sindur tosað um at knýta arbeiðið at bora nýggjan tunnil til Fámjins upp í hesa verkætlanina, men Henrik Old sigur, at Fámjinstunnilin er ikki við í verkætlanini. Men hann vísir samstundis á, at uppskotið er orðað soleiðis at tað ber til at taka ein Fámjinstunnil upp í, verður politisk undirtøka fyri tí.