Løgin niður­støða

Henrik Old
----

Nú talan var um at gera eina roynd at fiska makrel í Irmingarhavinum, eftir at fleiri føroysk skip í næst­síðstu viku hava sæð makrel har, hevur Fiskimálaráðið valt at draga tíðina út. Ístað­in fyri at lata onkran gera royndina, so fer man í Fiski­málaráðnum at leita eftir paragraffum, sum kunnu rætt­vísgera eitt Nei, so ongar royndir kunnu gerast.
Landstýrismaðurin segði í Útvarpinum, at tað var onki endamál í at gera royndina. Eitt argument var, at man kundi ikki upparbeiða sær nøkur søgulig rættindi í al­tjóða sjógvi. So vita okur tað. Tó nokti eg at trúgva, at føroysk samráðingarfólk hava fráskrivað okkum all­ar framtíðarmøguleikar í al-tjóða sjógvi. Um so er, so er støðan álvarslig.
Tað at altjóða sjógvur her á leið er reguleraður gjøgnum NEAFC er ongin forðing fyri at fiska í altjóða sjógvi. Tað verður fleiri ferðir sagt í NEAFC sáttmálanum, at tað er flaggstaturin sum gevur fiskiloyvið í altjóða økinum.
Umberingin um at neyðugt er at gera nýggja kunngerð fyri hesa royndarveiðu, er heilt burturvið. Ì okkara egnu lóg um fiskivinnuna stend­ur ógvuliga greitt í grein 20. " Havstovan hevur loyvi at fremja vísindaligar fiski­rann­sóknir, við egnum ella leig­aðum fiskiførum, uttan mun til reglurnar í hesi lóg. Stk.2. Royndarfiskiskapur krev­ur serstakt loyvi frá lands­stýris­mann­inum. Lands­stýris­mað­urin kann áseta treytir fyri royndarfiskiskapi."
Um fiskimálaráðið er kom­ið til tað niðurstøðu, at allar nýggjar royndir í altjóða sjógvi eru meiningsleysar, so stendur illa til, og so skal sterkur lútur brúkast í Fiski­málaráðnum.