Man tað vera eitt val, sum nærkast, síðan Fólkaflokkurin hevu sett alt apparatið í gongd. Tey rósa hvørjum øðrum fyri framúr gott arbeiði, og tá tað ikki røkkur, so taka tey sær æruna av alt og øllum – eisini málum, har tey nóg illa hava verið eftirspurd.
Eg síggi á portalum, at Jørgin Niclasen so bráneggjaður sigur, at nú kunnu vit øll takka Fólkaflokkinum og bara honum fyri ta loysn, sum var funnin í Eik-málinum. Tað má sigast at vera ikki so lítið djarvt, at hesin flokkur, sum í sera lítlan mun var inni í tilgongdini av hesum málinum, nú skal taka sær æruna av úrslitinum. Men soleiðis kann politikkur eisini taka seg út.
Orsøkin til, at eg fór í blekkhúsið, var nú meira tað, at hesin sami floksformaður lovprísar hesum vælsignaðu marknaðarkreftunum. Tað skal hann sjávandi gera sum fremsti forsprákari fyri teimum liberalistisku sjónarmiðunum. Men her eru vit bara ikki samdir.
Hesar ótamdu marknaðarkreftirnar hava kollsiglt stóran part av heiminum. Grískleiki og gramni hava forkomið búskapinum í nógvum londum og hava gjørt, at vanlig fólk hava mist alla sína uppsparing. Hygg her hjá okkum – hygg eftir í Íslandi.
Hvat hendi so her heima hjá okkum sjálvum? Vóru tað ikki tær fríu marknaðarkrefturnar og tann lovprísaða fría kappingin, sum eru heilag fyri Fólkaflokkin, sum gjørdu, at 11.000 føroyskir partaeigarar sótu eftir við ongum. Tað vóru ikki eftirlitsstovnar sum Fíggjareftirlitið ella Skrásetingin, sum koyrdu Eik á heysin. Um hesir gjørdu sítt arbeiði til lítar, tað kunnu vit altíð kjakast um. Men kappingin um nógvar skjóttvunnar krónur gjørdi, at ketan fór av.
Marknaðarkrefturnar eru bert í lagi, tá tað almenna kann stýra teimum og seta teimum krøv.
Jørgin Niclasen lovprísar marknaðinum, at hann kláraði at keypa Eik. Júvíst, vit eru mong, sum fegnast um, at ein loysn er funnin, og at bankin aftur fer at virka sum ein vanligur banki.
Men okkum má tó vera loyvt at minna á, at bert í seinasta 20 ára skeiðnum eru tríggir stórir føroyskir bankar farnir á heysin og ein minni. Sjóvinnubankin, Føroya Banki, Fossbankin og nú Eik. Allir stýrdir eftir marknaðarkreftum, sum ikki kendu sær hógv.
Minst til, at brenda barnið ræðist eldin.
Uttan mun til, hvat systemið eitur, so má høvdið sita ovast á hálsinum og og ikki berast undir arminum.










