Religión og politikkur eru evni, sum veruliga kunnu fáa sinn, fólkasløg og lond í kók.
Og samanrenningin av evnunum báðum, er ein ikki minni vandamikil kokteylur – verður mangan sagt.
Men tað finnast ymsir hættir at arbeiða politiskt, eisini tá tú hevur trúnna tætt at tær. Hetta er danski ES-parlamentslimurin og presturin Margrete Auken úr SF eitt gott dømi um.
Tá vit her á landi tosa um religión og politikk, hugsa tey flestu helst um kristiligar flokkar og politikarar, sum úr sætinum lyfta Bíbliuna á loft og brúka Orðið, sum argument í orðaskiftinum.
Hetta er tó ikki eitt arbeiðslag, sum 64 ára gamla Margrete Auken hevur nýtt tey meiri enn 30 árini hon hevur verið virkin á reyð/grøna vonginum í donskum politikki, millum annað sum fólkatingslimur. Altíð við umhvørvi og globalum solidariteti, sum fremstu stríðsmálini.
Seinastu tíðina hevur Margrete Auken verið í ljósmálanum á tveimum mótum. Fyrst varð hon vald inn í Europaparlamentið á kanónvalinum hjá SF í juni, og seinast við hjartanemandi og vísu prædikuni, tá bróðurin, Svend Auken, fór til gravar.
Men her í Føroyum hevur hon eisini verið at síggja í gøtunum, her hon hevur verið í sambandi við listaframsýning hjá Arne Haugen Sørensen, sum hon letur upp á Listasavni Føroya. Her fer hon at hugleiða um list og kristindóm við støði í verkunum hjá danska listamanninum.
Piparspray og knippilsuppa
So tað er ein fjølbroytt kvinna, sum vit hitta á hotellinum í morgun. Ein lærd kvinna, við nógvum hjartamálum og drúgvum royndum. Men eisini kvinnan, sum ofta hevur verið í andróðri, tí hon hvørki dugir ella vil tiga, tá hon metir, at talast skal.
Tí klárar hon heldur ikki at krógva vreiðina inn á hendingina herfyri, tá irakisk flóttarfólk, sum høvdu leitað sær skjól í Brorson kirkjuni í Keypmannahavn, vórðu rikin út við politimegi á miðjari nátt í síðstu viku.
Hon sigur, at hendingin í Brorson kirkju var eitt sjokk. At tað ongantíð er komið fyri í nýggjari tíð, at fólk, sum hava leitað sær vernd í einari danskari kirkju, eru rikin út. Og orðið næstakærleiki gongur aftur. At samkensla er afturvendandi tema í øllum religiónum, men, at í kristindóminum hava vit eisini vónina. At tað er ókristiligt ikki at taka sær av næstanum og at hjálpa fólki í neyð. Til dømis flóttarfólkum, sum ynskja vernd av humaniterum orsøkum.
- Hetta eru ikki kriminell fólk, men bangin medmenniskju í einari desperatari støðu. Tey hava búð í landinum í fleiri ár, og eru bebberødd fyri at verða send heim aftur. Tey hava uppiborið eina virðiligari viðferð, sigur Margrete Auken.
Hon hevur ikki nógv gott at bera løgregluni, sum hon heldur vera alt ov harðrenda.
- Politiovastin sigur, at fólk skulu virða løgregluna. Men vit kunnu ikki virða eitt harðrent lið av harðskapsmonnum, sum kemur luskandi í náttarmyrkrinum og bankar ósek fólk. Og brúkar piparspray sum kryddarí til knippilsuppuna. Nei, vit hava virðing fyri mynduga politistinum, sum vísir seg úti á alljósum degi og skapar tryggleika millum fólk. Nú mugu vit snøgt sagt gerast vaksin, sigur Margrete Auken avgjørd.
Kirkjan skal verja
Í hennara hugaheimi er ongin ivi um, at kirkjan eigur at taka støðu og at verja fólk í neyð.
- Kirkjan skal tryggja rættin til vernd hjá teimum veiku og møguleikar teirra at mennast. Kirkjan skal ikki líta tigandi á, meðan órættur verður framdur ella til dømis í stórum umhvørvisspurningum. Um kirkjan verður varin og bangin fyri valdsharrunum, kann hon eins væl pakka saman, sigur Margrete Auken, sum heldur, at hin varna kirkjan svíkur sjálvt evangeliið.
Og hon vísir eitt nú til Suður- og Norðuramerka, har kirkjur ofta hava ein virknan leiklut, bæði sosialpolitiskt, í umhvørvis- og friðarspurninginum og í stríðnum fyri frælsi og mannarættindum.
Misnýta Bíbliuna
Men hvat heldur Margrete Auken so um støðuna í Føroyum, har Bíblian og skriftstøð verða brúkt í politiska orðaskiftinum – eisini í Løgtinginum. Til dømis í málinum um §266b?
Hon hevur ilt við at taka spurningin í álvara, og øtast um, at hetta kann vera ein politiskur spurningur í dag.
- Eg hoyrdi einaferð, at onkur hevði spurt ein samkyndan um tað var ein sjúka, sum kundi grøðast. Tað er absurd, sigur hon og flennir.
Men hon kennir slagið, sum sipað verður til, og hon himprast ikki við at rópa tey fundamentalistar. Hesi høgravendu, sjáldsom í Europa, vanligari í USA og her í Føroyum.
- Tað er so groteskt, at Bíblian á hendan hátt verður misnýtt av fólki, sum óttast tí modernaða. Tí tað er í veruleikanum tað, sum øll fundamentalisma er tekin um: ótta fyri tí ókenda, fremmanda og modernaða. Og tað hevur onki við kristindóm at gera, sigur hon. Og hon skilir millum gomlu klassisku pietismuna, sum var vanlig her á landi, har lívið á havinum skapti eitt natúrligt samfelag við Harran, og so hesa nýpietismuna, sum hon metir vera eins ræðandi og islamisma og onnur fundamentalisma.
- Tey hava eina hjálparleysa tulking av skriftini, tí tey velja bara tað út, sum teimum líkar. Skuldu vit eftirlíka øllum, sum stendur í Bíbliuni, skuldu kvinnur heldur ikki klipt hárið og vit skuldu drigist við allar møguligar leivdir frá fornari tíð, sum eisini verða nevndar í Bíbliuni, sigur hon.
Orðið á móðurmáli
Margrete Auken vísir á, at tá sagt verður, at orðið skal lesast á móðurmáli, merkir tað, at tað skal lesast inn í ta lívsstøðu, sum menniskjuni eru í.
Hetta er eisini orsøkin til, at evangeliini verða fortald fýra ferðir og faðirvár tvær ferðir, so tey kunnu ikki lesast bert á ein hátt, vísir hon á.
- Kristin og politisk sannføring møtast har tú inni í hjartanum veitst, hvat er rætt og hvat er skeivt. Tí skulu vit finna lógina í hjartanum og ikki í bókini, sigur Margrete Auken.
Hon nevnir nøkur dømi um hjartasannleikar, sum eru vorðnir felags arvagóðs. Til dømis, at øll menniskju eru fødd líka og hava sama virði. Hetta er ein sjálvsagdur sannleiki. Ella, at ongin er fullkomin, og tí skulu vit vera á varðhaldi, tá okkurt letst at vera fullkomið. Tá atfinningar verða bannaðar, kritiskar ræddir køvdar, og miðlar og list verða stýrd ella kúgað.
Ongin synd at elska
Sostatt skal skriftin, sambært Margretu Auken, ikki lesast ítøkiliga, sum ein fullkomin sannleiki. Tað er misnýtsla av orðinum, sigur hon, og nevnir aftur tey samkyndu.
- Kristindómurin er ein kærleiksreligión og ikki ein fruktbarheitsreligión. Tað er ongin synd at elska, og kærleikin er margfaldaður: har er kærleiki millum foreldur og børn, til makan og so hin erotiski kærleikin. Sjálvt ikki í brúðarritualinum verða børnini ella nøringin nevnd, men bara, at vit skulu elska og æra hvønn annan. Endamálið við erotiskum kærleika er ikki í sjálvum sær at gera børn, men at uppliva hin treytaleysa kærleikan, sum liggur í nakinleikanum.
--
FAKTA:
Margrete Gunnarsdatter Auken
Fødd 6. Januar 1945 í Århus
Prestur
Fólkatingslimur frá 1979-1990 og aftur 1994-2004 fyri SF
Frá 2004 limur í Europa Parlamentinum
Lítlasystir Svend Auken, fyrrv. Formann hjá Socialdemokratunum
Mamma Idu Auken, cand. theol, vald á Fólkating fyri SF í 2007