Føroya Banki bjóðar nú øllum at seta pening inn á eina nýggja konto, sum kallast Dollarakonto. Dollarakonto er ein innlánskonto, har tú setir peningin inn í seks mánaðir og fær rentu samsvarandi gongdini í dollarakursinum Føroya Banki bjóðar nú kundum sínum ein nýggjan møguleika at vinna pening. Og hesin møguleiki er so mikið góður, at hann er heilt váðafríur. Einasti váðin er nevniliga, at í ringasta føri onga rentu fær av tínum innistandandi í gildistíðini.
Hækkar dollarin til dømis 5% teir seks mánaðirnar, tú hevur peningin innistandandi, fært tú 5% í rentu.
Lækkar dollarin, meðan peningurin stendur inni, er íløgan trygg, og tú fært innsetta peningin aftur.
Einasti váðin er sostatt, at ongin renta verður goldin, um dollarin lækkar.
Til ber at seta pening á Dollarakonto frá 26. november til og við 7. desember. Gildistíðarskeiðið er frá 10. desember til 10. juni 2008. Galdandi dollarakursur verður kursurin, sum danski tjóðbankin ásetir hesar báðar dagar.
Dollarin lágur
- Vit bjóða fram hetta innlánsproduktið nú, tí dollarin í løtuni er søguliga lágur. Við so lágum kursi skuldi møguleiki verið fyri, at dollarin fer at hækka, sigur Marjun Weihe Thomassen, íløguráðgevi hjá Føroya Banka.
Amerikanski búskapurin er sum heild sunnur. Væntast kann, at hann í longdini fer at vaksa, millum annað tí amerikanski tjóðbankin hevur lækkað rentuna júst fyri at skunda undir vøksturin.
Ein vansi er tó, at USA hevur stórt gjaldsjavnahall, og at dollarin av hesum kann vikna uppaftur meira.
Til ber at umleggja øll vanlig innlán og barnauppsparingar til dollarainnlán. Tó ber ikki til at seta eftirløn á Dollarakonto.










