Skúladepil og røktarheim
? Tá ið vit ikki so frægt kunnu tosa saman, ber eisini illa til at samstarva saman.
Jóannes Eidesgard, løgmaður undrast á, at Vágs Býráð ikki so frægt sum vil tosa við landsstýrið um ætlanina at byggja skúladepil í Hovi og røktheim í Vági.
Men hann ásannar, at hetta er so støðan hjá Vágs Býráði og tað landsstýrið so bara taka til eftirtektar.
Hann sigur, at landsstýrið mán ú taka málið til viðgerðar og taka støðu til, hvørja støðu tað skal taka.
Hann sigur, at landsstýrið hevur biðið um svar frá kommununum í Suðuroy og av teimum sjey kommununum, hava seks kommunur játtað at tosa við landsstýrið og tað skal eisini havast í huga.
Verður øll oyggin tikin undir einum, er stórur meiriluti fyri at tosa við landsstýrið og støða skal nú takast til, hvat skal henda, hóast ein lítil partur av oynni hevur eina aðra støðu.
Landsstýrið má sjálvandi taka støðu til um ein lítil partur av var negativur ímóti ætlanini.
Løgmaður vísur eisini á, at serfrøðingar vísa á, eisini á ráðstevnuni í Øravík týsdagin, at tað sum størstur tørvur er á í Suðuroy, er konufólkastørv. Og er tað nakað, sum eitt røktarheim er, so er tað eitt arbeiðspláss til konufólk, sigur løgmaður