Lágtrýstið Dagmar, sum gav føroyingum og norðmonnum óvanliga nógvan vind, pumpaði samstundis lýggja luft frá Azorunum norður ímóti Skandinavia, og tað sást á hitamátarunum í Danmark. Jóladag skrásetti danska veðurstovan 11,3 stig í Tylstrup, sum er nærhendis Aalborg, og annan jóladag komu hitamátarnir í Karup í Miðjyllandi upp á 11,2 stig.
Sum heild lá hitin í Danmark millum 9 og 11 stig bæði dag og nátt á jólum, so nógvan hita hevur danska veðurstovan ikki skrásett á jólum, síðani tær almennu hitamátingarnar byrjaðu í 1874.
Veðurmenninir siga, at luftin rak so skjótt frá Azorunum norðureftir, at hon fekk ikki stundir til at kølna, og tí gjørdust hesi jólini eisini óvanlig í Danmark, hvat veðrinum viðvíkir.