Líggjas Olsen og Frostfelt á Káta Horninum

Sum partur av Tórshavnar Jazzfestivali, verður konsert við Líggjasi Olsen í "TUTL" á Káta Horninum 14. oktober kl 16:30. Hann framførir egnan spildurnýggjan tónleik, sum kemur út á fløguni: "FROSTFELT", síðst í oktober.

Frostfelt kallast soloprojektið hjá Líggjasi Olsen, sum er best kendur úr bólkinum Deja Vu, ið var virkin árini 2000-2007. Deja Vu gjørdust eitt nú vinnarar av GBOB (Global Battle Of The Bands) í 2006, og góvu fløguna A Place To Stand On út í 2005. Líggjas var sangari í bólkinum Diatribes árini 1999-2001, og hevur eisini verið við á tveimum fløgum hjá Guðrið Hansdóttir.

Frostfelt er eitt soloprojekt, og á hesi fyrstu EP'ini frá tangentleikaranum og sangaranum samstarvar hann við Sakaris Joensen, eisini kendur sum bert SAKARIS. SAKARIS hevur framleitt I Have A Tv Set, sum er heitislagið, og úrslitið er eitt elektroniskt ljóð, har synthljóð og elektronisk beats stuðla undir melankolsku - og tó popputu og fangandi - melodiirnar. Akkustiskt klaver, eitt sindur av rhodes, røddir og so ein rúgva av synthum og elektroniskum programmeringum ger Frostfelt til eitt nokkso serligt og hugtakandi útspæl.