Líggjas í Bø 65 ár

Hann æt Eli M(arkus) Sørensen til 1962, tá hann fekk sær navnabroyting til Líggjas í Bø.

Hann er klaksvíkingur, men foreldrini vóru tilflytarar. Pápin, Eliesar Sørensen, var ættaður úr Fugloy, og mamman, Jóhanna Isalina Justesen, kom av Viðareiði.
Líggjas er handilsútbúgvin, og í nøkur ár var hann stjóri á Samvinnufelagnum. Seinni fekk hann sær egið bókhaldsvirki og hevur tað framvegis.
Fyri einum 25 árum síðani stovnaði hann saman við Símun Paula Konoy teldufyritøkuna Com Data. Hendan fyritøkan hevur verið ein av teimum stóru av sínum slag í Føroyum. Nú er Olivur Thomsen stjóri á fyritøkuni.
Líggjas í Bø er eisini skald og gjørdi serliga nógv við skaldskap á yngri árum. Síðst í fimmti- og í sekstiárunum hevði hann yrkingar og umsetingar í 14. September og Framanum. Í 1964 gav felagið Oyggjaframi tað frálíka yrkingasavnið "Til lívið" út. Ein av teimum bestu yrkingunum er "Mold", sum byrjar við orðunum:

Tað eru menn í Føroyum
sum elska mold
hesa deiligu svørt moldina?

Líggjas hevur ein góðan penn og hevur eisini skrivað nakrar stuttsøgur.
Í 1960 giftist hann við Oddvør Poulsen úr Mikladali, og tey fingu børnini Rógva 1961, Beintu 1963 og Unn 1976.