Føroyar liggja í ein sterkum streymi av lýggjari luft av suðri. Komandi dagarnar fara tí brúgvaløg og lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, at halda seg beint vestan fyri okkum. Sunnudagin fer ein veikur hátrýstsryggur framvið av útnyrðingi, og síðani koma nýggj lágtrýst og brúgvaløg inn yvir landið av útsynningi.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 7 til 13 m/s. Í støðum regn. Í nátt øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 7 til 13 m/s. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s og snarar í ein útnyrðing. Alt døgnið verður samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan. Samdrigið og okkurt æl, seinni turt og tað klárar í. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í 2 kuldastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av og á, um náttina regn. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, seinni millum 5 og 9 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið snarar í ein útsynning. Fyrst skýggjað og regn, men seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig, seinni millum 4 og 7 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, seinni av landsynningi, og í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og æalveður, seinni sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig.










