Lóggeva okkum 100 ár aftur í tíðina, nú vit skriva 2005

Finnleif Guttesen

Hvat er hatta fyri ein dupultmoralur og innantóm heilagralótir, sum løgtingsfólk vísa Føroya fólkið við afturlatingarlógini
Nú ætlar løgtingi, at lóggeva nær fólk skulu fara á møti ella í kirkju. SVF vísti fleiri løgtingsfólk, ið við himmalvendum eygum og gloriu um høvdi, tóku undir við afturlatingarlógini, tí tað skuldi verða so gott fyri okkum øll.
Størri møsn enn tað vit hoyrdu í SVF frá løgtingslimum skulu vit leita leingi eftir og enn tá var tað ein ungur prestur, sum segði, at so kundu børnini binda frið í tíðarskeiðinum millum kl. 10 og 14.
Eitt skilagott uppskot var, og tað kom adventistapresturin við, har hann segði, at løgtingið skuldi slett ikki blanda seg uppí upplatingartíðirnar.
Lati handilseigarar, starvsfólk og fakfeløg teirra avgera, nær og um tey vilja hava opið, og latum okkum fáa frið fyri tykkara dupultmorali og innantómu heilagralótum.