Løgfrøðis App´in hjá Faroe Law er sera væl móttikin. Longu nú eru yvir 600 fólk, sum hava downloada app´ina.
Hetta er fyrsta appin av sínum slag á føroyska marknaðinum.
Faroe Law hevur valt at gera appina soleiðis, at brúkarin her kann fáa ókeypis svar upp á 129 av ofta settum løgfrøðisligum spurningum. Á appini eru 17 ymisk høvuðsevni, og undir hvørjum av hesum kann brúkarin finna OSS (Ofta Spurdir Spurningar) og sjálvandi eisini svarið, sum Faroe Law hevur gjørt til hesi høvuðsevni:
- Einkarrættur (patent)
- Entreprisurættur
- Incoterms 2010
- Innheinting
- Leigurættur
- Mynsturvernd
- Setanarrættur
- Skattur og avgjøld
- Trotabúaviðgerð
- Tvingsilsuppboð
- Umboðssøla
- Upphavsrættur
- Veð i peningakrøvum
- Vinnufelagsrættur
- Vinnuligur fiskiskapur
- Vørumerkir
- Økisnøvn (domænenøvn)
Í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun greiddi Jens Wang, advokatur hjá Faroe Law um løgfrøðis app´ina. Tað ber til at hoyra prátið við Jens Wang undir greinini.