Løgdu lodnu upp í Klaksvík

Eitt íslendskt skip hevur lagt fryst lodnufløk inn á frystigoymsluna í Ánunum Um vikuskiftið hava trý íslendsk lodnuskip verið á Klakjsvík og krokað, og eitt teirra nýtti hetta høvið til at leggja nakað av frystum lodnufløkum inn á frystigoymsluna í Ánunum.

Norðlýsið skrivar, at skipið Aðalsteinn Jónsson hevði 400 tons av skráskornari lodnu, sum vórðu skipað inn í frystihúsið í Ánunum.

Aðalsteinn Jónsson og hini bæði íslendsku lodnuskipini fara aftur til fiskiskap í dag.