Politiið í Havn hevur í dag verið á eini bensinstøð í Suðurstreym og lagt hald á trý ymisk bløð, ið politiið metti vera pornografisk Tað skrivar Dimmalætting.
Tíðliga í morgun ringdi onkur ónevndur persónur til politiið og meldaði eina bensinstøð í Suðurstreymoy fyri at selja pornografisk bløð. Politiið gjørdi skjótt av, fór á politistøðina og fekk loyvi til at fara avstað við trimum ymiskum bløðum við myndum av naknum fólkum í, skrivar Dimmalætting.