Sunnudagin hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Skálabotni, har trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan sigur, at síðani eru tey kunnað um, at onkur hevur tikið støðuna upp á film, beint eftir ferðsluóhappið, og hevur lagt tað á Facebook.
Løgreglan sigur, at í fyrstu atløgu er hetta beinleiðis ólógligt.
Tey vísa til grein 264 í revsilógini, har tað stendur, at tað kann kosta seks mánaðar í fongsli hjá tí, sum »uberettiget videregiver meddelelser eller billeder vedrørende en andens private forhold eller i øvrigt billeder af den pågældende under omstændigheder, der åbenbart kan forlanges unddraget offentligheden. Bestemmelsen finder også anvendelse, hvor meddelelsen eller billedet vedrører en afdød person.«
Í einum ógvusligum ferðsluóhappi sum hesum, er tað eingin, sum veit, hvussu støðan er, tí fólk kunnu bæði vera deyð og illa løstað, sigur løgreglan.
Tí er tað beinleiðis revsivert at endurgeva livandi myndir í slíkum støðum, leggja tey afturat. Tey halda eisini, at tað enn álvarsamt at almannakunngera slík filmsbrot á sosialum miðlum, ella aðrastaðni.
Løgreglan heldur eisini, at hetta er ein spurningur um at vísa virðing í eini álvarsamari støðu. Tey kunnu seta seg inn í støðuna og spyrja seg sjálvi um tey høvdu vilja fingið tað at vita á Facebook, at onkur av teira nærmastu hevði verið í einum álvarsamum ferðsluóhappi og varð illa løstað, ella hevði latið lív.
Tí heitir løgreglan eisini á fólk um at lata vera við slíkum. Og tann, sum legði film av óhappunum á Facebook, kann nú vænta sær at fáa vitjan av løgregluni.