Tað er umráðandi, at føroyingar gera sín egna biobanka og tryggja neyðuga lógarverkið fyri, at verulig arvagransking kann fara fram her í landinum.
? Í løtuni senda vit blóðroyndir av landinum fyri at verða kannaðar, og harvið senda vit eisini úrslit og úrtøku av granskingini av landinum, sigur Rúna Sivertsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.
? Tað hevur týdning, at vit fáa formligu viðurskiftini upp á pláss, so vit hava eina greiða skipan fyri, hvussu arvagransking kann fara fram í Føroyum, sigur Kristian Magnussen, sum er tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Tey bæði tingfólkini eru limir í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, sum áður hevur havt arvagranskingina til viðgerðar.
Tingfólk vóru ótrygg
Í 1998 var eitt uppskot um føroyska arvagransking løgd fyri løgtingið.
Ætlanin var, at Almanna- og Heilsumálastýrið og Vinnumálastýrið skuldu fara undir at fyrireika arvagransking í Føroyum. Hetta skuldi gerast í samstarvi við íslendingar, sum hava gjørt nógv við hetta økið.
Tingfólk kendu seg ótrygg við uppskotið, tí skoðbráið at viðgera tað var stutt, og fleiri tingfólk hildu seg vita ov lítið um, hvat granskingin fór at hava við sær. Tí var uppskotið felt, og ætlanin var av ongum.
Ein av teimum, sum atkvøddi ímóti hesum uppskoti, var Rúna Sivertsen.
? Viðgerðin av hesum uppskotinum var merkt av, at tingfólk vistu lítið um arvagransking, og tey stúrdu fyri, hvørjar avleiðingarnar fóru at vera, sigur hon.
? Eg kann siga fyri meg, at eg veit meiri um arvagransking nú, og eg haldi, at tingfólk eiga at seta seg væl inn í hetta mál, so vit kunnu fáa eitt gott og trygt lógarverk fyri føroyskari arvagransking, sigur Rúna Sivertsen.
Neyðugt við kjaki
Kristian Magnussen heldur, at tað er sjálvsagt, at føroyingar fáa sín egna biobanka, har upplýsingar um føroyingar kunnu verða goymdir.
? Vit skulu goyma blóðroyndir og upplýsingar í Føroyum, og ikki sum nú senda alt av landinum, hvørja ferð kanningar skulu gera. Vit hava onga ávirkan á tað, men vit mugu bara vóna, at okkara royndir eru væl vardar uttanlands og ikki verða misnýttar, sigur Kristian Magnussen.
? So leingi vit ikki hava okkara egnu arvagransking, mugu vit í hvørjum einstøkum føri meta um, um granskingin skal fara fram, soleiðis sum Vísindasiðsemisnevndin ger.
Kristian Magnussen heldur, at arvagransking er eitt álvarsmál, sum eigur at verða viðgjørt væl og virðliga av politikarum og fólki, áðrenn eina føroysk skipan verður gjørd.
? Føroyingar eru eitt gudrøkið fólk, og tað eru ivaleyst nógv sum meta arvagransking sum ógvusliga og sum eitt prinsippmál. Tí er neyðugt við einum veruligum kjaki um arvagransking, tí tað er ikki bara bara, sigur Kristian Magnussen.
Óttin beinast av vegnum
Rúna Sivertsen heldur, at lóggávan, sum verjir upplýsingarnar, sum eru í arvagranskingini, má koma sum skjótast.
? Vit mugu staðfesta, hvussu arvagranskingin skal fara fram, hvørjar upplýsingar kunnu brúkast, hvør kann brúka tær, hvør skal hava atgongd til tær og so víðari. Vit mugu hava greiðar reglur fyri alt hetta, so fólk kunnu kenna seg trygg, sigur Rúna Sivertsen.
? Tað er eisini umráðandi, at politikarar seta seg væl inn í arvagransking, so óneyðugur ótti kann beinast av vegnum, tá málið aftur skal viðgerast.
Kristian Magnussen heldur, at neyðugt er við rættiligari viðgerð av arvagranskingini, tí hon kann brúkast til so nógv. Tað ræður um at gera av, hvat føroyingar ætla at brúka hana til.









