Lógarbrot í Vágs Býráð

Tjóðveldisflokkurin í Vágs tvíhelt um, at tað var lógarbrot, at Vágs Býráð fríggjakvøldið samtykti at søkja um stuðul úr landskassanum til at byggja ellis- og røktarheim í Vági. Nei, sigur borgarstjórin

 
 
 
Eldrarøkt
 - Tað er brot á lógina, at Vágs Býráð fríggjakvøldið samtykti at søkja landið um stuðul  at byggja ellis- og røktareheim í Vági, saman við kommununum í syðru helvt í Suðuroy.
Tað hildu tveir av tjóðveldismonnunum í Vágs Býráði Jógvan Krosslá og Dánjal Bjarkhamar, fast um.
Teir báðir vísti eisini á, at borgarstjórin hevði áður fingið heimild fra býráðnum at tingast um at byggja ellis- og røktarheim í Vági. Men tað skuldi vera eitt felags ellisheim fyri allar oynna, har allar kommunurnar skuldu vera við. Hon hevur sostatt ikki fingið heimild at fara undir eina slíka ætlan saman við nøkrum fáum kommunum.
Dánjal Bjarkhamar førdi fram, at eftir kommunuskipanini kundi býráðið ikki samtykkja eitt mál, fyrrenn avvaraðndi býráðsnevndir høvdu viðgjørt tað fyrst og høvdu gjørt síni til tilmæli til býráðið.
Eisini Jógvan Krosslá førdi fram, at Vágs Kommuna er ein nevndarstýrd kommuna, sum sigur, at øll mál skulu fyri í nevnd, áðrenn tey kunnu verða løgd fyri býráðið til støðutakan
Tað er ikki gjørt í hesum føri og tí er viðgerðin ólóglig, helt hann fast um.
Tí skeyt hann upp, at málið verður beint aftur í nevnd til viðgerðar, áðrenn býráðið tekur støðu. Hann mælti eisini til, at í hesum sambandi skuldi málið kannast. Eitt nú skuldi  byggi- og rakstrarkostnaður kannast og ikki minst skulu útreiðslurnar til eitt ellisheim samanberast við útreiðslurnar til at byggja upp í sambýlið.
Í hesum sambandi sipaði hann til, at býráðið fyri tveimum árum síðani samtykti at  søkja landið um stuðul til at byggja sambýlið út, so at pláss verður fyri 10 fólkum afturat. Hann mælti tí til, at kostnaðurin at byggja ellis- og røktarheim, verður samanborin við kostnaðin at byggja sambýlið út.
 
Serligan týdning
Borgarstjórin svaraði aftur, at freistin at søkja um stuðul úr landkassanum til at byggja ellis- og røktrheim, úti í morgin. Og  er talan um mál, sum hava serligan týdning, hevur hon heimild at leggja tey fyri býráðið og at fáa tey viðgjørd.
Tað metti hon at hetta málið hevði, tí málið hevur skund fyri at kunna halda umsóknarfreistina.
Hon vísti eisini á, at nevndirnar hjá býráðnum koma upp í arbeiðið seinni, tá ið ætlanin skal nágreinast.  
 
 
 
­