Lágar lønir í Føroyum

Meðal lønirnar hjá limum í arbeiðara feløgunum eru rættiliga lágar í Føroyum. Fyri limir í Føroya Arbeiðarafelag var meðallønin í 2005 168.000 kr, tá eru øll, ið forvunnu undir 75.000 kr, ikki tald við.

Fyri limir í Havnar Arbeiðsmannafelag var meðallønin í 2005 189.000 kr. Lønin fyri fult arbeiði er 207.000 kr, men av tí at nógvir limir hjá FA og HAF starvast á virkjum, har arbeiði er rættiliga óstøðugt, eru meðal lønirnar lutfalsliga lágar.
Kelda: www.samtak.fo