Jóhanna í Ólavsstovu, valevnið tjóðveldisfloksins
Hóast tað ikki merktiskt stórt til tað, nú jólastákanin varð um at koma í hæddina so mundi tann 5. desember 2003 verða ein dapur dagur hjá flestu suðringum, nú Løgmaður valdi at slýta samgonguna og skriva út nýval.
Hví dagurin skuldi verða daprari fyri suðringar enn fyri aðrar føroyingar kunnu vit so spyrja ?
Jú tí tað var undir sjálvstýrissamgonguni, at suðuroyggin aftur kom á føroyakortið.
?Tað var undir sjálvstýrissamgonguni at farið varð undir at byggja nýggjan Smyril.
?at sjúkrarøktarskúlin var settur á stovn á Tvøroyri.
?at verklagslóg var gjørd í samband við ger av tunnil ímillum Øravík og Hov.
?at farið varð undir at gera djúphavn í Vági.
?at fari varð undir at byggja samferðsluhavn á Tvøroyri
?og tað var undir sjálvstýrissamgonguni at farið varðundir at byggja Miðnámsskula í Vági.
Oyggin, sum í áravís lá sum ein burturgloymdur blindtarmur, og sum ongin hevði áhuga í, byrjaði hesi seinastu árini aftur at gerast ein partur av landinum.
Tað tyktist aftur at ljósnað fyri framman og vón sýntist at verða fyri at her skuldi fólkið kunna búleikast.
Framtíðin !
Tjóðveldisflokkurin hevur fyri 6 árum síðani sett økismenning á politisku dagsskránna.
Og hóast samferðslukervið her suðuri enn trongir til munandi ábøtur, kunna okur glaðast yvir tey framstig, ið nú eru komin undir land, bæði í oynni sjálvari men eisini um suðuroyarfjørð.
Hvat hevur framtíðin so at bjóða okum? er nú komið á mál, og skulu okur verða nøgd við tað, ið higartil er framt ?
Nei langt ífrá, hettar er ikki nógmikið! Skulu fólk kunna búðleikast her, mugu tey hava okkurt at gera! Sum støðan er nú so hevur miðnámsskúlin havt við sær at okur so dánt varðveita ungdómin í oynni, men síðani missa vit tey!!!! Jamen hettar er ein náttúrlig gongd kring alt landi kannst tú siga, allur føroyskur ungdómur leitar sær heimanifrá í lestrarørindum, ja tað er rætt nokk, men okra ungdómur kemur ikki aftur eftir lokna útbúgving, her er onki at koma aftur til.
Okra ungdómur skal, áðrenn farið verður undir útbúgvingina takað støðu til, skal eg gera tað, eg havi størstan áhugað í, ella ætli eg mær aftur til suðuroyar at búgva ?
Hyggja okur í hagtølini so vísa hesi, umframt tað at sunnara helvt av Suðuroynni hevur størst arbeiðsloysið í landinum, eisini tað at suðuroyggjin sum heild er tann parturin av landinum, har lønirnar eru lægstar. Seinastu skrásetingarnar hjá búðskapar og løgfrøðingarfelagnum vístu at bert ein limur var í suðuroynni. Hettar gevur okum eina ábending um, hvussu nógvar lønir úr almennu miðfyrisitingini fella til suðuroyar, so at siga ongar!
Við verðandi gongd verður størstiparturin av fólkinum í suðuroynni pensionistar innanfyri tey komandi 20 árini.
Her verður onki fólk í arbeiðsførðum aldri eftir. Ongin at ansa pensionistunum, ongin at føða børn, og hvat skulu vit gera við nýggjan Smyril, nýggjan tunnil og nýggjan miðnámsskúla tá ongin verður at nýta íløgurnar?
Skal suðuroynni verða lív laga og skal landið alt fáa nyttu av teimum íløgum, ið eru og í nærmastu framtíð verða gjørdar í suðuroynni; so mugu átøk gerast, ið hava við sær at okra unga fólk fær møguleikar at venda aftur og búðsetast í oynni. Tjóðveldisflokkurin er sannførdur um at skal verulig økismenning fremjast, er neyðugt at øll øki í landinum kunnu mennast í rímiligari javnvág. Størri partar av almennari umsiting, trivnaðaruppgávum og fleiri mentanartilboð skulu verða kring landið.
Tjóðveldisflokkurin virkar tí miðvíst fyri at leggja størri uppgávur frá landi til kommunur at umsita og at kommunurnar mugu samstarva um at loysa uppgávurnar.
Hetta skapar arbeiðspláss, trivnað og nýggjar møguleikar fyri økismenning.
Lagnudagurin
Skal 20 januar 2004 ikki gerast lagnudagurin har Suðuroyggjin aftur verður gloymd. Har okra politikarar bert minniast til okum upp undir val, tá okra atkvøður kunnu gerast tungan á vágskálini; so er neyðugt at okur suðringar standa saman um Tjóðveldisflokkin.
Nú landi alt verður bundin saman í eitt øki norðanfyri skopunarfjørð, er Tjóðveldisflokkurin okra trygd fyri at suðuroyggin ikki verður burtur úr hugaheiminum hjá restini av føroyingum,
Suðringar...... standi tí saman um Tjóðveldisflokkin tann 20 januar !
Gott val.










