LÍF ynskir samanlegging

Bæði í Gøtu og í Leirvík verður fundast í kvøld. Á skránni er møgulig samanlegging millum GÍ og LÍF, og her skulu limirnir geva til kennar, hvørt teir vilja hava nevndirnar at halda fram við fyrireikingunum til eina samanlegging.

Í Leirvík er fundurin liðugur, og har var talan púrasta greið. Av 46 møttum limum ynsktu 45, at arbeitt verður víðari við málinum. Ein atkvøða var blonk og eingin var ímóti.

Í Gøtu fundast tey enn, men væntandi verður atkvøðugreiðsla um málið um hálvan tíma ella so.