LÍF eisini online

Leirvíkingar hava staðið seg væl í næstbestu fótbóltsdeildini í ár, og liðið er við í stríðnum um uppflyting til Formuladeildina.
Nú bjóðar felagið seg eisini fram á internetinum, har nógv av føroysku feløgunum hava havt heimasíðu í fleiri ár.
LÍF hevur nú eisini fingið heimasíðu, har tað ber til at fylgja við í tí, sum hendir í felagnum. Á heimasíðuni ber til at lesa um dystirnar hjá besta mansliðnum, upplýsingar eru um ábyrgdarfólk í felagnum, venjingartíðir og annað. Eisini ber til at síggja myndir.Heimasíðan hjá LÍF er at finna á adressuni www.lif.fo