Í eini íbúð í Atlasgarðinum í Oslo, hevur ein maður í 70 árunum ligið deyður í yvir tvey ár.
Løgreglan fór inn í íbúðina mánadagin, eftir at familjan hjá manninum hevði boðað løgregluni frá, at tey vóru bangin um hann. Har fann løgreglan ein deyðan mann.
-Vit vita ikki júst nær hann doyði. Men nógv bendir á, at tað eru tvey ár síðani ella longri, sigur umboð fyri løgregluna í Olso.
Løgreglan sigur, at einki bendir á, at harðskapur var orsøkin til deyðan.
Maðurin búði í einum íbúðarblokki, har 74 aðrar íbúðir eisini eru. At maðurin ikki bleiv funnin áðrenn bendir helst á, at hann ikki hevur havt stórvegis samband við fólkini í blokkinum.
-Vit trúðu hann var fluttur í eitt heim, sigur formaðurin í nevndini fyri íbúðarblokkin.










