Lá deyður í íbúð í Oslo í níggju ár

Norska løgreglan heldur, at maðurin er deyður í apríl mánaði í 2011.

 

 

Í fjør varð ein maður í 60-unum funnin deyður í einum íbúðarblokki í eystara parti av Oslo. Nú heldur norska løgreglan sambært NRK, at maðurin hevur ligið deyður í heili níggju ár. 

- Hetta er eitt serstakt mál, sum fær okkum at seta spurningin, hvussu hetta kundi henda, sigur løgregluleiðari í Oslo, Grete Lien Metlid, við NRK.

Norska løgreglan heldur, at maðurin er deyður í apríl mánaði í 2011.

NRK skrivar, at maðurin varð funnin, tá ein vaktleiðari fór inn í íbúðina í samband við viðlíkahaldsarbeiði. Líkskurður hevur víst, at maðurin doyði av náttúrligum orsøkum.

- Út frá tí vit vita, er talan um ein mann, sum valdi at hava lítið samband við onnur, sigur løgregluleiðarin, Grete Lien Metlid, við NRK.