BRYGGING
Skal tað var blikk, os lat tað vera blikk. Soleiðis tekur stjórin í Føroya Bjór til, nú bryggjaríið í Klaksvík sendir 5-liturs øldósir á marknaðin. Harafturat kemur bryggjaríið við eini aluminumsfløsku, sum er alternativ til vanligu ølfløskuna
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevu júst umhvørvisgóðkent nýggju framleiðslu, sum umframt dósaøl eisini hevur góðkent at tappa øl í aluminiumsfløskur, sum eru í vanligari stødd.
Afturat hesum koyrir Føroya Bjór eitt mini-fatølsanlegg á marknaðin í avmarkaðum nøgdum, sum 5-liturs dósin kann tappast frá. Tað er ikki neyðugt at brúka anlegg, men fyrimunurin við hesum er, at ølið tá heldur sær upp í tvær-tríggjar vikur. Tað ber eisini væl til at fáa sær ølið uttan at hava anlegg, men tað heldur sær bert í eitt døgn, eftir at blikkið er latið upp.
Íløgan til tapping av 5-liturs blikkum er hálvautomatisk og munandi minni, enn ein møgulig íløgu í tapping av blikkum í vanligari stødd. Ein slík íløgu kostar eini átta mió. kr., sigur stjórin á Føroya Bjór. Øl í stórari aluminiumsdós er ikki ókent aðrastaðni. Til dømis hava týsk bryggjaríir framleitt øl í 5-litursdósum í eini fimm ár.
- Hetta skuldi alt verið klárt at koyrt á marknaðin fyri einum mánaði síðani, men hevur drigið út, sigur Einar Waag.
Stjórin á Føroya Bjór hevur annars ikki verið serliga fegin um, at loyvi verður givið at bryggja øl í dósum, tí hetta letur upp fyri, at útlendskt øl og sodavatn floymir inn yvir føroyska marknaðin.
Pant skal latast fyri nýggju produktinil. Fýra krónur fyri dósina, og tvær krónur fyri fløskuna.