tórbjørn jacobsen
Havi ongantíð verið inni á dekkinum á Kap Farvel, men harfyri havi eg verið so undirdýktur í informatiónum um hendan fyrsta hekkutrolaran í skipsfiskiflotanum, at eg eri rímiliga vælvitandi um hetta søguliga fartoyið hjá vestmenningum. Í 1972 kom ein ungur maður advokatur in spe akandi á einum útboraðum Honda prutli, 50 kubikk hugsi eg vavið mundi vera, ferðin 90-95 km um tíman, oman í Hoydalar, og tey næstu trý árini var eg at kalla tvingsilsinnlagdur til at hoyra um hansara merittir av Fylla Banka eystur í Hvítahavið við skipinum, sum Birgir Waag Høgnesen nú hevur lagað ein varða fyri.
Vestmenningar eru ímillum teir føroyingarnar, ið frægast hava megnað, at hildið fast um síni serligu eyðkenni. Óalmindiliga fittir at vera saman við, púra óbefongdir av fundamentalismu, líkamikið hvørjum slagið hon skuldi verið av, gongulagið, har fóturin ímillum hvørt fetið fer í vinkul, upp á tá, oftast við hondunum í reyvalummunum og so hetta so serliga prátingarlagið, so seigligt, at tú oftani ivast í, um teir ganga í tómgongd, og um kropsførleikin er proportionalur við hesa serligu drynjanina. Men stikk denn, søgan sigur nakað heilt annað. Í øllum teirra virksemi, bæði á sjógvi og á landi.
Føroyingar hava síðani høvdingatíðina, við onkrum smávegis sjálvta, verið pasifistar. Hava harvið onga hertænastu havt. Kann tí vera, at skipini í teimum ymsu bygdunum hava havt ein líknandi týðning, táið tað ræður um at uppala menn í lívsins harða skúla, at disiplinera teir ígjøgnum arbeiðið, sum var lívsneyðugt, skuldi samfelagsbúskapurin hóra undan. Tað munna vera fáir fuglfirðingar á mínum aldri, ið ikki hava verið ein ella fleiri túrar við Ólavi Halga, tvørámenn við Leivi, sørvingar við Vesturvón, klaksvíkingar við Kjølbro-trolarunum ella línubátunum hjá Seglhúsmonnum. Søgan er hin sama í Vestmanna. Hygg at myndunum í bókini, og tú kennir teir flestu av teimum, ið eru komnir væl undan, líkamikið hvat ið teir síðani fingu sær fyri hendurnar seinri í lívinum. Hesi skipini høvdu, umframt leiklutin sum inntøkukelda hjá professionellum fiskimonnum, bygdasamfelagnum og samfelagnum annars, ein sera týðandi leiklut sum skúlaskip, sum løðarsteinur út í eitt harðbalið lív hjá yngri monnum, líkamikið hvørja professión teir valdu sær sum lívsrás seinri í lívinum.
Vestmenningar hava ligið í broddi fylkingar tá ið um skipavinnu ræður. Ólavur á Heygum keypti fyrsta trolaran til landið, Lord Alfred Paget, í 1905, og hesin úrmælingurin í framsøkn var ikki heppin við landsins fyrsta trolarakeypi. Trupulleikarnir gjørdust ov stórir, og hesin bræsni maður, óræddur í sínum virki, fyri at skipa føroyingum ein vinnuligan grundvøll, gjørdist fíggjarliga so sperdur av hesi íløgu, at hann fótaði sær ikki aftur. Hóast hon miseyðnaðist, so var hetta tó ein byrjan, til eitt umfatandi trolaralív hjá føroyingum.
Vestmenningar hava ikki ligið á latu síðuni í so máta síðani. Úrmælingar á brúgv, í maskinu og á dekki. Trupult er at nevna nøvn, skjótt er at gloyma onkran í ferðini, men alkendir í tí ovara elementinum eru Dam-brøðurnir, John og Jakku, Henry Christophersen, Joen Jacob Durhuus, Agga í Garðastovu og tey seinru árini Aksel Dahl-Olsen, Tummas Christophersen, Dánjal Jacobsen, Pauli Poulsen o.a. Onkursvegna tykjast teir at hava verið bundnir at heimbygdini og hesi serliga góðu havnini, ið sum ein tann fyrsta varð góðkend til vetrarlegu hjá skipum.
Tað kann ikki vera komið serliga óvart á nakran, táið tveir so kendir trolaraskiparar, sum Joen Jacob og Henry, saman við øðrum skilamonnum, fóru í holt við at hyggja sær eftir einum skipið, at okkurt stórt fór at spyrjast burturúr. Frá barnsbeini havi eg hoyrt um Joen Jacob, at hann skuldi vera ímillum teir alra grovastu, fiskaði um kapp við Hans Paula og Kaj í fimtiárunum, ein legenda, ið av berari og blektari grammheit kundi standa í stýrhúsrútinum í døgnavís út í eitt og Henry sum var farin ígjøgnum alla prosessina umborð í norskum trolarum, og hevði royndirnar frá hekkutrolara við sær, táið hann mynstraði við Kap Farvel.
Føroyingar vóru komnir inn í nútíðina hvat trolarafiskiskapi viðvíkti og tað skuldi ikki ganga long tíð fyrrenn aðrir tóku eftir. Erling Laksafoss, Thulesen, Eivind Niclasen o.a.
Birgir er klaksvíkingur. Tó býr hann í Vestmanna, og ivaleyst fyllir Kap Farvel, fyrsti hekkutrolarin í landinum, so mikið nógv í hugaheiminum, serliga hjá vestmenningum, at hann ikki hevur ivast í, at skipinum átti at verða settur ein varði. Og tað er rætt at greina tær serligu hendingarnar, sum í lopum hava flutt vinnuna frameftir. Kap Farvel er ein av hesum. Tað er lætt at gera seg klókan í aftursjón, men ein kann ikki annað enn taka undir við Hendrik Old, táið hann í bókini undrast yvir at Portugáls trolararnir, so stutt fyri at vestmenningar gjørdu hetta hálið niðri í Hamburg, ikki vórðu smíðaðir sum hekkutrolarar.
Bókin er løgd til rættis soleiðis, at nakað nógvir av teimum, sum hava verið við skipinum, hava skrivað um sínar upplivingar frá tíðini við Kap Farvel og frá teirra sjólívi yvirhøvur. Hesir epistlarnir standa ímillum byrjanina hjá høvundanum og endan, har trupul rannsøkn avdúkar, hvar skipið endaði sínar dagar. Aftast í bókini eru avrokningar og mynstringarlistar fyri partar av skeiðnum, skipið var skrásett í Vestmanna.
Onki mannaverk er lýtarleyst, heldur ikki hetta. Kanska skuldi høvundurin havt redigerað greinarnar neyvari, sum menn hava skrivað um sítt egna lív. Táið fleiri av teimum hava verið við á sama túri, slepst ikki undan endurtøkum um ávísar hendingar, og tað kann í ein ávísan mun troytta lesaran. Hinvegin er hetta ein stílur, rithøvundurin hevur valt at leggja seg eftir, og tað er hann í sínum fulla rætti at gera, vinningurin er tá, at søgurnar eru autentiskar, í hvussu er soleiðis sum hesir frægu menn sjálvir hava upplivað tær.
Tað átti at verið ein navnalisti aftast í bókini. Tað er ósiður at geva bøkur út við so nógvum persóns- og skipanøvnum uttan ein lista, har tú eftir ongari tíð kanst leita umrøddu menninar uppaftur.
Tað mundi vera meira sum sjómaður dastið av lívinum heldur enn sum maður við skili fyri skriving, at blaðið heitti á meg um at kaga í hesa bókina hjá Birgiri. Fyri mann við salti í æðrunum eru allar bøkur um skip og skipasøgu hugfarsligar at taka upp í hondina. Tað er hendan eisini. Tú hevur beinanvegin ein varhuga av, at tú ert staddur ímillum hesar menninar, sum stríðast fyri síni útkomu, taka sær av løttum á frívaktunum, spæla guitar, syngja, fleyga og steikja sær ritur og havhestar og fáa sær eina kenning táið farið verður inn at bunkra. Hesi seinastu árini eru tabu-múrarnir falnir, ein fyri og annar eftir, serliga í seinastu skaldsøguni hjá Jóanesi Nielsen, men merkiliga lítið er at frætta í føroyskum litteraturi um alternativa sosiala felagsskapin, sum menn komu sær í, dagarnir táið ligið var við bryggju. Táið tað varð bunkrað og landað. Einaferð man onkur rithøvundur fara at gera eitt legg inn í teir loynistíggjarnar eisini. Tað ger Birgir ikki. Hetta er søgan um fyrsta hekkutrolaran í Føroyum og um nakrar av teimum, sum mannaðu hetta skipið.
Bókin er verd at lesa. Hon sigur søguna um, hvussu nógv menn leggja fyri, táið teir síggja áneyðina í, at samfelagið skal eiga vinnutól, har havsins tilfeingið kann hagreiðast á frægasta hátt fyri frægasta marknaðarprísin. Hvussu bygdafólkið stuðlaði sínum framherjum á høvunum, táið teir gingu kring bygdina og savnaðu fíggjarorku til eina úrmælda verkætlan sum hesa. Hevði eg átt evnini at skriva eina bók sum hesa, hevði eg tó redigerað hana dyggari og sett samrøðurnar ella greinarnar inn í ein felags samanhang.
Fyri allar teir sum royndu seg á umborð á Kap Farvel, løðarsteinurin hjá vestmenningum á mínum aldri, og eg kenni fleiri av teimum rættiliga væl, skilamenn, er hetta ein trivaligur varði at leita aftur á, í tíðini sum kemur. Myndirnar í bókini geva henni ein serligan substans. Nostalgiin brúsar upp undir skallabeinini, táið tú sært bíløtini frá eini tíð, sum eftirhondini er farin at tykjast nakað fjar. Vantandi verða teir ikki so fáir, sum ímillum jólanna, fara at stytta sær stundir við bókini hjá Birgiri Waag Høgnesen.