Tað verður 34 ára gamli Chrysovalantis Theouli úr Kýpros, ið skal døma EM-undankappingardystin millum Føroyar og Albania á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Chrysovalantis Theouli er ikki tann mest royndi dómarin. Hann hevur dømt níggju altjóða dystir higartil. Hann hevur tó verið 4. dómari til níggju aðrar altjóða dystir áðrenn hann bleiv høvuðsdómari.
Í fjør dømdi Chrysovalantis Theouli tveir venjingardystir fyri A-landslið. Tað vóru dystirnir Portugal-Nigeria og Malta-Írland.
Dysturin millum Føroyar og Albania verður fyrsti undankappingardysturin fyri A-landslið, ið Chrysovalantis Theouli dømir. Chrysovalantis Theouli hevur tó dømt nakrar undankappingardystir fyri ungdómslið.
Føroyar – Albania:
Dómari: Chrysovalantis Theouli (CYP)
Hjálpardómari 1: Michael Soteriou (CYP)
Hjálpardómari 2: Pavlos Georgiou (CYP)
4. dómari: Menelaos Antoniou (CYP)
Dómaraeygleiðari: Stefan Johannesson (SWE)