Kynstrið at vera eydnusamur á Tjóðpallinum

Longu mánadagin 6. januar setur Tjóðpallurin hol á 2020 við frumsýningini av “Kynstrið at vera eydnusamur - 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru” eftir virðislønta danska leikritahøvundan Rune David Grue.

Talan er um eina kolasvarta sjálvhjálpskomediu, sum leysliga byggir á bók hjá heimsspekinginum Arthur Schopenhauer, ið livdi frá 1778-1860. Í leikinum fáa áskoðaranir 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru frá teimum trimum leikarunum Annfinni Heinesen, sum eisini leikstjórnar leikinum, Biritu Adelu Davidsen og Gunnvá Zachariasen.

Stuttligu og serstøku pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt.

 

Leikurin hevur verið sýndur á Betty Nansen í Keypmannahavn og fyri hesa pallseting fekk Rune David Grue heiðursløn frá Statens Kunstfond.

 

KYNSTRIÐ AT VERA EYDNUSAMUR

eftir Rune David Grue

frítt eftir Arthur Schopenhauer

 

Týðing, tillaging og leikstjórn: Annfinnur Heinesen

Pallmynd: Edward Fuglø

Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen, Annfinnur Heinesen

Ljóssniðgeving: Turpin N. Djurhuus

Búnar: Katrin Bonde

Tónleikur: Kári Bæk

 

 

Trailari: https://www.facebook.com/tjodpallur/videos/457760215156077/

 

 

 

Myndir: ©Tjóðpallur Føroya / Høgni Heinesen