Kynstrið at finna røtti jólagávuna ...

At finna júst røttu jólagávuna kann vera ómetaliga torført. Hvat gevur man vinkonuni, sum eigur alt, sum hon vil eiga? Ella vermammuni, sum hevur skáp og skuffur fullar av øllum, sum keypast kann? Her eru nøkur góð ráð…

Ætlanin við at geva gávur er at gleða hvønnannan.Ofta endar tað tó við, at vit í evstu løtu keypa eitthvørt, sum vit innast inni væl vita, helst ikki fer at geva heilt stóru gleðina.

Og vit munnu somuleiðis øll hava fingið onkra gávu, sum vit als ikki gjørdust glað fyri, og sum antin hevur staðið sum húsaskorð í áravís –ella sum reyk á ruskstøðina, tá ruddað varð eftir jól.


At fáa hugskot

Hugskotini til góðu jólagávuna koma sjáldan av sær sjálvum, men við eitt sindur av snildni ber til at finna røttu gávuna til ein og hvønn.

Í øllum jólastressinum endar tað ofta við, at vit so glaðbeint fara út í handlarnar at leita eftir røttu gávuni, men tað er ein tungur vegur, sum ofta endar við, at vit bara keypa eitthvørt, »tí so hevur man keypt okkurt«.

Skal góða jólagávan finnast, er ofta betri at seta seg niður og hugsa um gerandisdagin hjá móttakaranum. Heilt frá viðkomandi fer upp um morgunin, og inntil farið verður til songar.

Er nakað, sum hevði lætt um í gerandisdegnum? Er nakað, sum ofta verður brúkt og sum treingir til at skiftast út við nýggjari og snildari modell? Ella er kanska okkurt, sum hevði gjørt gerandisdagin stuttligari ella meiri marglætis?

Um tú kennir viðkomandi nóg væl, er hetta ofta ein góður háttur at koma í tankar um góðar jólagávur.

Eitt annað, tú kanst gera, er at skriva upp ígjøgnum árið, hvat fólk ynskja sær. Um vermamman í apríl ynskir sær eina bók við bindingarmynstrum ella vinkonan á ólavsøku ynskir sær eina stóra dós við sikkurheitsnálum til føroysku klæðini, so skrivað tað upp! Hava tær ikki fingið sær tað, tá stundar ímóti jólum, er tað ein uppløgd jólagáva.

Reaktiónin verður helt víst, at »Hvussu kundi tú vita, at hetta var júst tað, eg ynskti mær?« Ella »Hetta hevur mær manglað í fleiri ár, hvussu visti tú tað?«

Ein annar møguleiki er eisini at biðja fólk sjálvi um at skriva upp á ein lista, so hvørt, sum tey koma fram á ting, sum tey ynskja sær. Men tá hvørvur yvirraskilsi við góðu gávuni.


Tá á stendur

Seinni árini hevur tað vundið alsamt meiri uppá seg at lata upplivingar sum gávu. So um tú ikki kemur fram á nakra jólagávu, sum kann gera gerandisdagin hjá móttakaranum betri, ella um tú ikki hevur gáað um, hvat viðkomandi hevur ynskt sær ígjøgnum árið, ber til at hyggja nærri at hvørji áhugamál móttakarin hevur.

Tí upplivingar kunnu fevna um so mangt. Tað kann t.d. vera eitt haldaragjald til eitt blað, ið móttakarin hevur áhuga fyri. Tað kann vera gávukort til vælverustovu, til biografin, til matstovu ella til ein túr út í Stakkin. Alt eftir hvør móttakarin er, og hvat viðkomandi tímur.

Um á stendur peningaliga, sum tað jú ger hjá nógvum hesa ársins tíð, ber til at lata persónlig, heimagjørd gávukort.

Slík gávukort kunnu t.d. fevna um 5 x bilvask til beiggjan, mannin ella pápan, 5 x barnagentu til vinkonuna ella systrina, 1 x sunnudagsbrunch til vinfólkini, 3 x drekka uppá seingina til makan, ja, bert hugflogið setur markið. Og um tú gert tær ómak við at evna tey til, gerst gleðin uttan iva enn størri.

Hesi gávukortini fara heilt víst ikki út við ruskinum, og vandin fyri, at tey gerast húsaskor er nokk heldur ikki stórur. Tað, sum tú í grundini letur, er tína tíð, og tíð er eftirhondini vorðin ein luksusvøra, sum enn ikki fæst fyri pengar.

So hóast hesi gávukortini ikki kosta nakað, kunnu tey saktans gerast ársins jólagáva. Og tað frálíka er, at tú altíð kanst finna okkurt gott at gera fyri ein og hvønn –eisini vinkonuna og vermammuna, sum eiga alt.




BOX

Tá tú keypir jólagávur:

- Minst til, at endamálið við gávuni er at gleða móttakaran. Legg tí tín persónliga stíl til viks.

-Legg dent á, at gávan kann skiftast um, og at móttakarin ikki er noyddur at brúka hana fyri tína skyld.

- Minst til, at dýrar gávur als ikki nýtast vera tað sama sum góðar gávur.

- Smáu børinini eru ofta glaðast fyri pappíri. Tað er tí eingin grund til at útseta avdráttirnar til húsini, fyri at keypa design-klæði og merkja-leikur til børnini.

- Keyp jólagávur í góðari tíð og hugsa um, hvat tú keypir og hví. Tað minkar um vandan fyri at keypa, bara fyri at keypa okkurt.

- Um tú onga hóming hevur av, hvat tú skalt keypa, er eitt gávukort til eina uppliving ella eitt persónligt gávukort helst besta valið. So sleppur tú undan at geva eitt húsaskorð, sum ikki gleðir móttakaran.

- Allarbesta gávan er ofta heimagjørd